Suðurljóð um eina viku

Forkunnuga tiltakið við stovukonsertum, Suðurljóð, fer av bakkastokki leygardagin 27. august. Hugnaliga Fornarætt í Trongisvági er karmurin um 18 konsertir frá 9 tónleikarum/bólkum, ið verða hildnar heima í 9 stovum hjá privatfólkum.

 

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna millum annað á tvk.fo.

 

Tvøroyrar Kommuna stuðlar tiltakinum fíggjarliga og undirtøkan hevur verið sera góð, tí í dag boða fyrireikararnir frá, at útselt er. Áhugaverdu tónleikanøvnini, ið eru avdúkaði, eru: Kári P., Sámal Ravnsfjall, Tonika, Sway, Bjarki Hansen, Tróndur & Lív, Karl Martin Samuelsen, Herborg Torkilsdóttir og Guðrið Hansdóttir.