Reuters veit í kvøld at siga, at Suðurkorea í dag hevur skotið ávaringarskot.
Orsøkin er, at eitt skip úr Norðurkorea var komið inn um sjómarkið hjá Suðurkorea.
Reuters endurgevur suðurkoreanska herin fyri hesi tíðindi. Sambært tíðindastovuni læt Suðurkorea fleiri ávaringarskot av.
Einki verður sagt um, hvat skip úr Norðurkorea talan var um, sum var komið inn í suðurkoreanskan sjógv.
Sambært útlendskum miðlum hevur illa uppmerkta sjómarkið út fyri vesturstrondini hjá londunum áður verið orsøk til samanbrestir.
##med2##
Seinastu tíðina hevur stórur spenningur verið landanna millum, har Norðurkorea eitt nú hevur havt fleiri royndarskjótingar við rakettum.
Í Norðurkorea verður sagt, at teirra royndarskjótingar eru svar upp á felags hernaðarvenjingar hjá Suðurkorea og USA.












