Í næsta mánaði verður toppfundur millum sonevndu BRIKS londini Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika.
Fundurin verður hildin í Suðurafrika, og har hava tey stúrt fyri, at russiski forsetin Vladimir Putin fór at koma á fundin. Sambært altjóða avtalum hevði Suðurafrika verið pliktað at handtikið Putin, men tað halda tey hevði verið tað sama, sum at senda Russlandi krigsavbjóðing.
Nú er greitt, at Putin fer ikki á toppfundin í Suðurafrika. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Talsmaður fyri suðurafrikanska forsetan, Cyril Ramaphosa, sigur, at tað er eftir felags avtalu millum Suðurafrika og Russland, at Putin ikki kemur á fundin.