Suðurafrika: Kvinna læt lív í hávaálopi í morgun

National Sea Rescue Institute sigur, at strendurnar í økinum fyribils eru stongdar.

Í morgun er ein kvinna deyð í hávaálopi í Suðurafrika.

 

Hendingin fór fram í Plettenberg Bay, sum strondin kallast.

 

Tað er National Sea Rescue Institute (NRSI), sum ber hesi tíðindi.

 

Sambært stovninum eru strendurnar í økinum fyribils stongdar.

 

Lagt verður aftrat, at løgreglan í Suðurafrika nú kannar málið.