SudanMissión fingið góða byrjan í Føroyum

Endurnýtsluhandilin, sum SudanMissión letur upp á Glyvrum, letur eftir ætlan upp í januar. Knud Linhardsen frá SudanMissión hevur verið í Føroyum og tosað við fólk, sum vilja hjálpa til

Knud Linhardsen hevur hesa vikuna verið í Føroyum saman við konuni Irene. Hann arbeiðir fyri SudanMissión, sum er ein felagsskapur úr Danmark. Tey ætla at opna ein endurnýtsluhandil í Føroyum. Tey hava leigað hølini hjá Eysturoyar Handverkarafelag á Glyvrum.

Missionera ikki í Sudan
SudanMission ger hjálpararbeiði í Afrika. Tó ikki í Sudan, sum navnið annars leggur upp til.
- Navnið kemur frá, tá ið muhamedisman kom til Evropa. Tá stovnaðu vit hendan felagsskapin, sum skuldi virka ímóti hesum rákinum. Tá arbeiddu vit nokkso nógv í Sudan, tí at tað liggur tætt við Evropa. Í dga arbeiða vit ikki longur í Sudan, sigur Knud.
SudanMissión hevur 9 fólk í starv. Teir hava 79 endurnýtsluhandlar og ein samlaðan umsetning uppá 16,9 milliónir krónur.
Týsdagin høvdu tey ein fund, har ið fólk kundu traðka fram og bjóða sær til at hjálpa. Alt arbeiðið verður gjørt ólønt.
- Vit bæði komu til Føroyar mánadag. Túrurin hevur verið góður, men vit hava ikki fingið innrættað handilin, sum ætlanin var. Tilfar og innbúgv skuldi koma við Norrønu, men hann hevur ligið í Hanstholm, seinkað vegna veður. Men vit hava roynt at gjørt alt møguligt praktiskt, sum vit hava havt tíð til, sigur Knud.

Fingið kontaktpersón
Tey hava fingið samband við nøkur fólk, sum vilja hjálpa til. Magnhild Olsen er vorðin kontaktpersónur í Føroyum hjá SudanMissión.
- Týsdagin komu fýra fólk til fundin. Seinni á kvøldinum høvdu vit møti í missiónhúsinum í Rituvík. Úrslitið er, at átta fólk hava meldað seg til at hjálpa. Vit rokna við at opna um miðjan januar. Vit vóna, at tað koma fleiri til ta tíð, sum vilja hjálpa til í handilinum. Um tað verða nóg mikið av hjálparfólki, ætla vit at hava opið vanligar handilstíðir. Vit fara at selja klæðir, glaslutir og porcelæn, sigur hann.
Knud er væl nøgdur við Føroya-ferðina, og hann heldur, at tey eru komin væl í gongd við nýggja handilinum.
- Vit eru komin væl í gongd, og vit ætla okkum at fylgja upp á hetta. Vónandi kunnu vit eisini opna fleiri handlar í framtíðini. Vit eru opin fyri at samstarva við aðrar felagsskapir sum til dømis Heimamissiónina og Blákross, sigur Knud at enda.
Tey bæði fóru aftur til Danmarkar stutt eftir middagsleitið í dag.