Sudan avsannar ræðuleikarnar í Darfur

Meiri enn ein millión fólk líða neyð í sudanska landspartinum Darfur, men stjórnin í Khartoum sigur, at har er eingin neyð

Í flóttafólkaleguni eru fleiri tjøld, sum foreldrini helst ikki vilja fara í. Tað er har, at hjálparfólk royna at fáa nakað av mati niður í børnini. Tað er har, børnini stríðast ímóti deyðanum.
Mohammed Ishaq og kona hansara, Aisha, hava verið í flóttafólkaleguni í fimm dagar. Tey sita á einari máttu og geva tí níggju mánaðar gamla soninum nakrar vatndropar úr einum krússi, og tey biðja um, at hann kann liva.
Tann lítli Zohar spýtir vatnið útaftur. Hann hostar, og tann tunna húðin liggur tætt at rivjabeinunum. Á tí klæna arminum hevur hann eina nál, sum hann fær føði ígjøgnum. Zohar hevur malaria, og hann er versnaður, tí hann fær ikki nóg mikið eta.
Stutt frá teimum sita onnur foreldur. Tey rura sínum smáu børnum og biðja um, at tey kunnu liva. Summi hava mist vitið, og onnur eymka seg,. Tað sindrið, sum tey hava fing-ið at eta, gagnast ikki, og fleiri spýggja matin uppaftur.
? Eingin líður hungur
Túsund kilometrar longri eysturi, í høvuðsstaðnum Khartoum, leggur Mustafa Osman, uttanríkisráðharri, seg afturá í tí djúpa skinnstólinum. Skrivstova hansara hevur køliskipan, og hann kann njóta útsýnið út yvir Nilánna.
? Eingin líður hungur í Darfur, og fólk fáa bara góðan mat. Har er heldur eingin umfarssjúka, sigur ráðharrin.
Men so leggur hann afturat, at ávísir trupulleikar eru í Darfur, men eingin hungur. Tað er nakað, sum fjølmiðlarnir billa sær inn.
Talsmenn hjá ST og neyðhjálparfelagsskapir siga, at hungursneyðin í Darfur er eitt vápn. Tey hava lagt ta sudansku stjórnina undir at reka ein politikk, sum hevur til endamáls at svølta fólkið í landspartinum, so tey noyðast at rýma haðani. Nú siga ST og neyðhjálparfelagsskapirnir eisini, at myndugleikarnir royna at fjala ræðuleikarnar, og at tað kann forða felagsskapunum í at hjálpa teimum svøltandi.
Momay er tann størsta flóttafólkalegan í Darfur, og sambært hjálparfelagsskapunum hevur fimta hvørt barn har ov lítið til matna. Teir seinastu seks mánaðarnar hava tey 75.000 fólkini í leguni fingið minni enn helmingin av tí mati, sum teimum tørvar fyri at halda sær á lívi. Hvønn dag doyggja seks fólk. Tað eru yvirhøvur børn og gomul, sum ikki megna at standa ímóti hungri og sjúkum.
Tætt við flóttafólkaleguna er býurin Momay. Har er ein marknaður, men har er eingin matur at fáa. Ein lítil moska er í býnum, men hagar kemur eingin at biðja longur, tí eini 3.000 fólk eru stúgvað saman í teimum smáu rúmunum.
Rikin burtur
Jørðin uttan fyri er góð, men eingin torir at dyrka hana, tí álopsmenn í sudanskum hermannabúna reika støðugt runt á rossabaki. Teir hava byrsu í hondini og koyril í beltinum. Hetta eru álopsmenn, sum við stuðuli frá sudansku stjórnini hava rikið fólkið úr bygdunum. Nógv, sum teir fáa hendur á, verða myrd, og kvinnurnar verða neyðtiknar.
Viðurskiftini í Darfur hava verið spent síðani í sjeytiárunum, tá turkur og vánalig grøði fingu fólk at berjast um tað sindrið, sum gav nakað av sær. Í februar í fjør brustu bardagar á, tá svartir studentar gjørdu uppreistur ímótri stjórnini.
Síðani hava meiri enn 10.000 fólk latið lív, og arabisk harkalið hava rikið fólk í hundraðtúsundatali frá húsi og heimi. Mannarættindafelagsskapir leggja stjórnina undir at stuðla áganginum, sum serliga er vendur ímóti trimum ávísum ættarbólkum. Teir sudansku myndugleikarnir royna at forða fremmandum atgongd til Darfur, men myndir hjá fylgisveinum hava víst, at 56.000 hús í 400 býum og bygdum eru vorðin løgd í oyði.
Hjálparfelagsskapirnir bera ótta fyri, at nógv av teimum burturriknu fara at doyggja í hrungri og av sjúkum. Hildið verður, at 1,2 millión fólk eru í neyð, men harðskapurin ger, at bara tveir triðingar av teimum kunnu vænta at fáa hjálp. Amerikanski hjálparstovnurin USAID hevur mett, at 350.000 fólk í Darfur kunnu fara at doyggja av hungri og sjúkum teir næstu níggju mánaðarnar.
Powell vitjar
Hesa vikuna ætlar amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, sær at vitja Khartoum, og hjálparfelagsskapirnir vóna, at vitjanin fer at koma teimum neyðstøddu tilgóðar.
Annars frætta fólk í høvuðsstaðnum ikki nógv um ræðuleikarnar. Eitt av bløðunum hjá stjórnini skrivaði nú ein dagin, at myndugleikarnir hava tamarhald á støðuni í Darfur, og ein annan dag skrivaði blaðið, at alt tosa um etniska útreinskan í darfur er tann beri heilaspuni.

Fakta um Darfur
?Økið umfatar tríggjar landspartar har vesturi í Sudan og er einar 200.000 ferkilometrar til víddar.
?Fólkatalið liggur um tríggjar milliónir. Tey flestu eru av afrikonskum uppruna, men har norðuri í økinum eru eisini nógv fólk av arabiskum uppruna.
?Høvuðsvinnuvegirnir í Darfur eru jarðarbrúk og húsdjórahald.