Hóttir við at sløkkja Facebook og Instagram

Amerikanski telerisin Meta, sum er felagið hjá Mark Zuckerberg, sum eigur eitt nú Facebook og Instagram, kann verða noytt at sløkkja sosialar miðlar sum Facebook og Instagram, um tey ikki sleppa at brúka servarar í USA at goyma evropiskar dátur.

 

Soleiðis verður sagt í eini frágreiðing frá Meta, sum er felagið, sum eigur Facebook og Instagram.

– Um tað ikki verða gjørdir nýggir karmar fyri býta dátur tvørtur um Atlantshav, (...) fara vit eftir øllum at døma ikki at kunna bjóða fleiri av okkara mest kendu vørum og tænastum – harímillum Facebook og Instagram – í Evropa, skrivar Meta í frágreiðingini til amerikanska myndugleika Securitioes and Exchange Commision, hvør fremsta mál er at handheva lógina um marknaðarmanipulatión.

Málið er nøkur ára gamalt og kom fram, eftir at ES segði ein dóm í einum máli, kent sum  Schrems ll-dómurin afturi í  2020.

Í stuttum helt ES-dómstólurin, at dátur hjá evropiskum borgarum ikki vóru nóg væl vard í USA, og tí skuldu dáturnar goymast í ES og máttu ikki deilast við amerikanska deildir ella dátumiðstøði.

Tað er ein treyt, sum tey hjá Meta als ikki eru fegin um.

Við donsku tíðindastovuna Ritzau sigur Mikkel Flyverbom, sum er professari í samskifti og talgildum broytum á CBS, at hann heldur, at fyri tað mesta snýr seg um hjá Meta at vísa vøddar.

– Men vit kundu ímyndað okkum upp á sikt, at tað fór at vera trupult at reka eitt virki sum Meta, um tey ikki kundu livað upp til evropiska lóggávu, sigur hann.