Subway Surfers stjóri á TONIK

Ein av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Mathias Gredal Nørvig, stjóri í SYBO – sum er fyritøkan handan heimsins mest niðurtikna fartelefon spæl, Subway Surfers.

Tíðinaskriv:

 

Mathias kom til SYBO í 2014 og tók í 2017 við sum forstjóri (CEO). Undir hansara leiðslu er SYBO vorðið ein heimsleiðari innan menning og útgávu av spølum, har serligur dentur verður lagdur á samfelagsábyrgd og burðardygd.

Mathias er sannførdur um, at spøl kunnu brúkast til nógv meira enn undirhald. Við umleið 150 milliónum aktivum spælarum um mánaðin, sær hann Subway Surfers sum ein pall við serligari ábyrgd og møguleika at skapa broytingar. Hann hevur arbeitt miðvíst við at brúka spælið til at varpa ljós á umhvørvis felagsskapir, umhvørvisátøk og at skapa eitt fevnandi talgilt umhvørvi. 

Mathias hevur við strategiskum átøkum víst, hvussu spøl kunnu gera mun, eitt nú við samstarvi við amerikonsku songkvinnuna Demi Lovato, fyri at minka um útlát av vakstrarhúsgassið. Hann hevur eisini verið við til at stovna Playing for the Planet Alliance og Sustainable Games Alliance, sum arbeiða fyri at brúka gaming til at loysa heimsfevnandi avbjóðingar.

Áðrenn Mathias kom til SYBO, arbeiddi hann sum ráðgevi hjá PwC og var virkin í íløguumhvørvinum. Hann situr í fleiri nevndum, m.a. sum nevndarformaður í Funday Factory, og er eisini ráðgevi fyri donsku stjórnina innan skapandi vinnur og vøkstur. Harumframt hevur hann skrivað bókina Gaming for Good, sum greiðir frá, hvussu spøl kunnu økja um tilvitskuna og geva íblástur at loysa veruligar altjóða avbjóðingar.

Framløgan hjá Mathias verður á enskum og heitið er: “Do You Care – A call to use gaming as a platform for change on issues that matter”.

Les meira um ráðstevnuna og fyrilestrarhaldararnar á www.tonik.fo

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri festival líknandi vinnustevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Vinnustevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur. 

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.