Submergence hjá Wim Wenders til Føroya

Nú kemur hann í Filmsfelagið, nýggi filmurin hjá Wim Wenders, SUBMERGENCE, sum eisini er upptikin í Føroyum.

 

Birgir Kruse frá Filmsfelagnum sigur, at Jan Berg Jørgensen, formaður í Filmshúsinum, ið varð knýttur at føroysku upptøkunum, fer at innleiða sýningina, sum verður mánadagin 18. juni kl 20 í Havnar Bio. Tvær aðrar sýningar verða týsdagin og mikudagin eftir. Allar sýningarnar eru almennar.

 

Filmsfelagið hevur útvegað SUBMERGENCE frá Scanbox í Svøríki, sum umframt Føroyar er einasta norðurland, ið vísur filmin. Scanbox, sum hevur íslendskan stjóra, eigur rættindini at vísa SUBMERGENCE í øllum Norðurlondum.

 

Svenski Olle Agebro segði soleiðis um SUBMERGENCE, tá hann varð sýndur á filmstevnu í Gøteborg:

 

»Alicia Vikander briljerar i känslosvallande kärleksdrama i Wim Wenders största film på decennier. Danielle (Alicia Vikander) och James (James McAvoy) faller ögonblickligen för varandra när deras vägar korsas i en fransk semesterort vid Atlantkusten. Men förälskelsen hindras av deras stökiga yrkesliv och snart befinner sig marinbiologen Danielle på havets botten samtidigt som ingenjören James kidnappas av Al-Qaida. Wim Wenders återvänder till sitt magiska berättande i en kärlekshistoria uppriven av geopolitiska konflikter och naturens otämjda krafter. I ett storslaget porträtt fångar Alicia Vikander en omättlig längtan i en saga driven av existentiella frågor hos en Wenders i sin mest storslagna form sedan Himmel över Berlin.«

(Olle Agebro, Svøríki)

 

Hollywood Reporter sigur, at romantiski filmurin SUBMERGENCE er »Wim Wenders’ most broadly accessible fiction film in ages…there will probably be tears.«

 

Filmsfelagið vísur í hesum døgum filmar hjá fremstu evropeisku filmsleisktjórum, m.a. Michael Haneke. Umframt Haneke, hevur Wim Wenders í áratíggju verið mettur sum hin fremsti leikstjórin í Evropa.

 

– Allar sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar og á netinum, skrivar Filmsfelagið.