Viktor Subkov, sum tekur við sum russiskur forsætisráðharri, nú Mikhail Fradkov hevur biðið um at sleppa frá, fer kanska at stilla upp á russiska forsetavalinum, sum verður í mars næsta ár. Við tíðindastovuna Interfax sigur Subkov, at hepnast tíðin sum forsætisráðharri væl, er tað ikki óhugsandi, at hann fer at dyrgja eftir embætinum sum russiskur forseti. Russar vita yvirhøvur lítið um Viktor Subkov, tí hann er rættiliga ókendur sum politikari, og tað kom eisini óvart á mong, at hann bleiv tilnevndur forsætisráðharri. Fleiri halda tó, at hann er settur á næstovastu rók, sum hann ætlandi skal taka við eftir Vladimir Putin, forseta næsta ár.