Subaru, sum einans gera bilar við boxermotori, eru nú til reiðar við heimsins fyrsta boxer-dieselmotori, sum verður sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Genéve í hesum døgum.
Subaru er eisini einasta bilmerki í heiminum, ið framleiðis persónbilar, sum allir verða drivnir av øllum fýra hjólunum. Japanska Subaru-verksmiðjan vilja vera við, at nýggi boxer-dieselmotorurin larmar sera lítið og er uttan tær ristingar, sum vanliga merkjast í boxer-bensinmotorunum.
Enn er ikki upplýst hvussu stórur motorurin er, men talan er um ein commonrail dieselmotor við og beinleiðis innspræning. Fyrsti bilur við hesum motorinum verður Subaru Legacy Outback.