Um nakað bilmerki kann gera seg galdandi innan 4x4 luksusbilar, so má tað vera Subaru, sum hava áralangar royndir við fýrahjólsdrivnum bilum.
Legacy Outback er ein rættuligur luksusbilur, ið verður gjørdur við bæði 4 og 6 syl. boxermotorum, sum eru sera ljóðleysir. Fríhæddin er 3,5 cm hægri enn vanliga stationcar útgávan, og bilurin sær gott við størri kúfangarum, síðulistum í øðrum liti, takboylum, tokulyktum og alu-felgum v.m.
Eisini innan er Outback væl útgjørdur við t.d. leðurkabinu, fartpiloti, automatiskum klimaanleggi, dupultum sóltaki v.m. og hópin av plássi til at leggja lutir frá sær á.
Legacy Outback er ein stórur frítíðarbilur við góðum beinplássi til tey ferðandi. Viðførisrúmið er 528 litrar, og við at leggja baksetrini niður verður tað heilar 1646 litrar.
Koyrieginleikarnir eru merktir av at bilurin hevur boxermotor, sum liggur niðarliga í motorrúminum, og harvið verður tyngdipunktið lægri enn vanligt, og bilurin merkist sera stúttur at koyra. Allir Subaru hava "hill-holder", sum er ein hjálp hjá bilføraranum, tá bilurin stendur í mótbrekku. Bilurin fer ikki eftir hæli, um bilførarin sleppur bremsupedalini.
Hesin bilurin er til serprís
Legacy Outback er ein stationcar við somu eginleikum sum ein "off-roadari". hann hevur sera framkomnar 4x4 skipanir sum t.d. VTD (Variable Torque Distribution) og VDC (Vehcle Dynamic Control), sum regulera deilingina millum hjólini, hvussu nógv bilurin skal trekkja uppá tey ymisku hjólini, harumframt hevur hann eisini reduktiónsgir o.s.v. Støddoyvararnir aftan regulera seg sjálvar, soleiðis at bilurin altíð flýtur beint. AWD stendur fyri All Wheel Drive, sum er standard hjá Subaru..
Bilurin vit royndarkoyrdu er ein 2,5 litur við 156 hk, ið verður seldur til serprís í løtuni: kr.329.800. Outback fæst eisini við 3,0 litur 6 syl. boxaramotori og automatiskum girum og 210 hk.
Subaru Legacy 2,5 QV Outback AWD
Motorurin2,5 litur 4. syl. boxermotor 156 hk
0-100 km/t9,5 sek
Bensinnýtsla 9,5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd215/60-16
Stødd og vekt
Longd472,0 cm
Breidd174,5cm
Hædd158,0 cm
Eginvekt1545 kg
Viðførisrúm528 litrar
Prísurkr. 329.800,- v. metallak
SøluumboðP/F D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310600