Subaru Justy og Opel Antara

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Subaru Justy og Opel Antara, annar ein minibilur og hin ein 4x4 SUV

Minibilurin Subaru Justy hevur ikki áður verið partur av Subaru skránni her um okkara leiðir. Men nú er hesin nýggi Subaru Justy komin á føroyska marknaðin.


Hesin verður drivin av forhjólunum og hevur ein umhvørvisvinarligan 1.0 litra bensinmotor við 69 hk.


Justy er ein lítil og praktiskur bilur sum annars er væl útgjørdur við t.d. aircondition og el-síðurútum og nógvum innbygdu trygdarskipanum. Í mun til støddina ein sera rúmligur bilur, sum er 3.61 m langur, 1.67 m breiður og 1.55 m høgur. Aksilfrástøðan er 2.43 m.


Subaru Justy kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Prísirnir byrja við 160.000 krónur.


Opel Antara


Seinni bilurin varð ein Opel Antara, ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle). Talan er um ein arbeiðsligan bil við liðiligari og praktiskari innrætting.


Opel Antara fæst við bæði bensin- og dieselmotorum: Bensinmotorarnir eru 2,4

(4 syl) við 140 hk og 3,2 V6 við 227 hk. Dieselmotorarnir eru tveir 2,0 CDTi við ávikavist 127 og 150 hk. Allar útgávurnar eru 4x4.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein Antara Cosmo 2,0 CDTI automatic við t.d. leðursetrum, xenon lyktum og klimaanleggi. 2,0 dieselmotorurin við 150 hk og snúningsmomenti upp á 320 Nm passar væl til bilin, soleiðis at hann er kvikur, orkar væl og hevur yvirskot av kraft.


Bíligasti Opel Antara (2,4i Elegance) kostar kr. 339.000. Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostaði við allari útgerðini kr. 450.000. Opel Antara kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin.


Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummælarar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum, Sofus Hansen, bilbyggjari, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum.


mg