Subaru 50 ár við boxermotori

Í ár eru 50 ár síðan Subaru kom á marknaðin við sínum fyrsta boxermotori, sum teir hava verið kendir fyri síðan.

 

Fyrsti Subaru við við boxermotori var Subaru 1000 frá 1966. Síðan tá hava Subaru framleitt 16 milliónir bilar við boxermotori.

 

Aðrir bilar við boxermotori eru t.d. Porsche og gomlu VW bilarnir við motorinum aftan. BMW brúka eisini boxsermotorar í fleiri av sínum motorsúkklum.

 

Ein boxermotorur er ein motorur, har sylindararnir liggja vatnrættir ístaðinum fyri loddrætt ella í V-formi. Fyrimunir við boxermotorum er at teir liggja lágt í motorrúminum, tí verður tyngdipunktið lægri.

 

Síðan 1972 hava Subaru eisini spesialiserað seg í fýrahjólsdrivnum bilum. Teir hava klárað seg væl og fingið fleiri heiðursmerki í altjóða rallykoyring.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/