Luis Suarez, ið fyri 12 mánaðum síðani fekk eitt langt leikbann, fyri at bíta Chelsea leikaran Branislav Ivanovic, hevur spælt framúr væl í Premier League í ár.
Sunnukvøldið kom lønin fyri stríðið eisini, tá Luis Suarez varð valdur til PFA Player of the year.
Liverpool hava verið serstakliga vandamiklir í ár, við álopsparinum Daniel Sturridge og Luis Suarez, ið hava skotið 50 Premier League mál í kappingarárinum.
Suarez segði sunnukvøldið.
- Eg royni altíð at gera mítt besta fyri liðið. Tað er eisini deiligt við hesari viðurkenningini, men hetta er fyri mínar liðfelagar og fyri venjaratoymið í Liverpool, tí uttan tey hevði hetta ikki verið møguligt.
Brendan Rodgers hevur duga framúr væl at fáa tað besta fram í Luis Suarez. Serliga aftaná langa leikbannið í fjør, hava báðir partar víst stóra styrki.
Brendan sigur við bretskar miðlar.
- Suarez er ein intelligentur maður, ið riggar framúr væl inn til virðini í Liverpool, har nógv ræðir um tigni og klassa. Hann hevur bæði tey tingini.
- Afturat tí, so er hann eisini ein stórur vinnari. Fyri mær er hann uttan iva tann besti leikarin í Premier League hetta seinasta kappingarárið.
Luis Suarez bleiv valdur sum nummar 1 til PFA Player of the year í gjárkvøldið. Eden Hazard úr Chelsea varð nummar 2 og Yaya Touré úr Manchester City endaði á 3 plássið.