Venjarin hjá Barcelona, Luis Enrique, hevur boðað frá, at Luis Suarez fær sínar fyrstu minuttir fyri nýggja felagið, tá Barcelona er gestur á Santiago Bernabéu í Madrid leygardagin. Umstríddi framherjin skifti frá Liverpool til Barcelona í summar, eftir at hann til HM í summar beyt ein spælara og fekk langt leikbann.
Dystirnir millum Real Madrid og Barcelona hava fingið heitið "El Clasico"
- Luis Suarez fær nakrar minuttir, men eg kann ikki siga hvussu nógvar. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá honum at innarbeiða seg á liðið, men eg kann ikki siga hvussu nógvar minuttir hann fær, sigur Luis Enrique, sum ikki við avdúka um Luis Suarez byrjar inni leygardagin móti Real Madrid.
Real Madrid uttan Gareth Bale
Real Madrid er uttan Gareth Bale, sum er skaddur. Tí er líkt til, at Toni Kroos, James Rodriguez, Isco og Luka Modric verða á miðvøllinum, meðan Karim Benzema og Cristiano Ronaldo verða fremstu menninir.
Tí verður mett, at Barcelona helst fer at skipa miðvøllin, so hann líkist miðvøllinum hjá Real Madrid. Til venjing hevur Luis Enrique vant við Xavi, Ivan Rakitic, Sergio Busquets og Andrés Iniesta á miðvøllinum, meðan Lionel Messi og Neymar verða fremstu menninir.
Til ber at síggja mál og hæddarpunkt frá El Clasico uppgerðunum frá 1998 til 2009 við at trýsta á pílin á myndini
Barcelona hevur einki mál latið inn í La Liga í ár, men flestu viðmerkjarar eru samdir um, at tað ikki er tí at verjan sær beinleiðis sterk út. Mótstøðuliðini hava skapt møguleikar, men gott málmansspæl og manglandi neyvleiki hevur eisini gjørt sítt til, at einki mál er komið í gjøgnum.
Í Champions League hevur Barcelona latið fýra mál inn. Har í millum trý móti franska Paris Saint-Germain. Real Madrid hevur skotið 30 mál í átta teimum fyrstu dystunum í La Liga, og tí verður mett, at hetta verður dysturin, har Barcelona fær fyrsta málið í gjøgnum í hesum kappingarárinum.
So er spurningurin um tað er nokk til at vinna á Barcelona, sum hevur fýra stig fleiri í oddinum í La Liga. EL clasico byrjar klokkan 17 leygardagin.