Liverpool er eitt av 32 feløgum, sum í kvøld skulu spæla í Europa League. Fyrstu dystirnir eru longu byrjaðir.
Ein av teimum er dysturin millum russiska meistaraliðið, Zenit St. Pætursborg, og Liverpool. Tað var eitt sindur ivasamt um Liverpool fór at stilla upp við sterkastu uppstilling, men venjarin hjá Liverpool, Brendan Rogers, sum er nakað kroystur eftir enn eitt vánaligt úrsligt um vikuskiftið, hevur valt at byrja inni við bæði liðskiparanum, Steven Gerrard, og stjørnuspælaranum í ár, Luis Suarez.
Áðrastaðni í Russlandi er Anzhi í dysti móti týska Hannover 96. Chelsea er á útivølli móti Sparta Prag, har tjekkiski málverjin hjá Chelsea spældi frá 2001 til 2002. Tottenham fær vitjan av Lyon, men enska liðið verður sum skilst uttan Hugo Lloris í málinum, sum kom til Tottenham frá júst Lyon undan hesum kappingarárinum. Hinvegin verður tað Brad Friedel, sum kemur at verja málið.
Europa League 1/16 finalur:
Anzhi Hannover 96 (17.00)
Zenit Liverpool (17.00)
BATE Borisov Fenerbahce (18.00)
Bayer Leverkusen Benfica (18.00)
Levante Olympiacos (18.00)
Ajax Steaua Bukarest (18.00)
Dynamo Kiev Bordeauxe (18.00)
Napoli Viktoria Plzen (18.00)
Sparta Prag Chelsea (18.00)
Inter Cluj (20.05)
FC Basel Dnipro (20.05)
Borussia Munchengladbach Genk (20.05)
Tottenham Lyon (20.05)
Atletico Madrid Ruben Kazan (20.05)
Newcastle Metalist (20.05)










