Luis Suarez avgjørdi í gjár “El Clasico” uppgerðina móti Real Madrid, tá hann í seinna hálvleiki legði Barcelona á odda 2-1. Úrslitið merkir, at Barcelona nú er fýra stig frammanfyri Real Madrid.
Í dag verður so tikið samanum avrikið á Camp Nou. Afturgangandi fyri altjóða miðlarnar er, at Luis Suarez við málinum hevur bitið seg fastan á Barcelona liðið. Víst verður eisini til málini móti Manchester City í Champions League, og 2015 sum heild.
Luis Suarez hevur fingið leiklutin sum fremsti maður á liðnum, meðan Neymar og Lionel Messi hava útgangsstøði á avikavist vinstra og høgra vongi. Hugskotið við Luis Suarez er, at hann skal gera nógvar renningar og órógva miðverjuna so nógv, at pláss verður fyri Neymar og Lionel Messi at arbeiða inn í vøllin.
Hugskotið er, at hava tríggjar av heimsins bestu fótbóltsspælarum í fremstu røð. So skal bólturin bara sendast fram til einstaklingarnar. Hetta merkir tó, at Barcelona í minni mun kemur at hava bóltin, enn teir gjørdu undir eitt nú Josep Guardiola í árunum 2008 til 2012.
Bale útstillaður í góðkendum avrikið
Bløðini í Madrid eru fyrigevandi fyri avrikinum hjá Real Madrid, tí liðið hevði bóltin heili 48 prosent av tíðini. Tað er tað mesta, sum Real Madrid hevur havt bóltin í eini El Clasico uppgerð í fimm ár.
Somuleiðis kom Real Madrid til nógvar møguleikar fyrsta tíma. Var hepnið við spælarunum úr høvðusstaðnum, so kundi Real Madrid fingið bæði eitt og tvey mál afturat. Tá teir so fingu bóltin í málið, so varð talan um rangstøðu.
Ein spælari fær tó av at vita. Tað er Gareth Bale, sum hevur verið fyri nógvum kritikki í 2015. Hann var samanlagt lítið íblandaður spælinum hjá Real Madrid, og datt heilt úr dystinum í seinna hálvleiki. Heimsins dýrasti fótbóltsspælari hevur enn ikki funnið fótafestið í Madrid, hóast hann serliga í fjør skoraði nøkur avgerandi mál.
Ein teori er, at miðarnir í Madrid eru troyttir av forsetanum í felagnum, Florentino Perez, sum eisini hevur givið fjølmiðlunum av at vita fyrr í ár. Søgan sigur so, at Gareth Bale er hjartabarnið og hugskotið hjá Florentino Perez, og tí eru miðlarnir eyka harðir við walisiska vongin. Millum annað Marca avsannar, at tað passar.
Fleiri spanskir miðlar hava skrivað, at málið hjá Luis Suarez kann blíva avgerandi fyri meistaraheitið. Átta umfør eru eftir og Barcelona er fýra sig fremst.
La Liga:
Barcelona - Real Madrid 2-1 (1-1)
1-0 Jeremy Mathieu, 19
1-1 Cristiano Ronaldo, 31
2-1 Luis Suarez, 56









