Suðurtunnilin

Nú vit hava fingið Vesturtunnilin og Norðurtunnilin, er eftir at gera Suðurtunnilin, fyri at alt okkara land verður knýtt saman í eitt vegkervi

At gera Suðurtunnilin er bæði tekniskt og fíggjarliga forsvarligt. Íløgan er sjálvandi størri enn til hinar báðar tunlarnar, men útreiðslur av verandi samferðsluskipan eru nógv størri enn har.

Tá hetta er gjørt, fer at bera til at flyta fólk og farm um alt landið á nátt og degi, í ódn og í logn, og fer alt samfelag okkara at fáa almiklan vinning burturúr.

Hetta verður eitt megnartak, men av tí at vit orka tað, hevði frøin um lokna verkið fingið okkum at staðið betri saman um aðrar avbjóðingar í ókomnum tíðum.