Suðursudan ST-limur nr. 193

Tað nýggja landið Suðursudan fekk í dag limaskap í ST sum limaland nummar 193. Tað var ST-aðalfundurin, sum samtykti at góðkenna tann nýggja limin, sum lýsti seg sum sjálvstøðugt ríki seinasta leygardag.

Trygdarráðið, sum hevur tað avgerandi orðið í málum um limaskap, hevði frammanundan mælt til, at Suðursudan skuldi sleppa upp í heimsfelagsskapin.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2006, at eitt nýtt land fær limaskap í ST. Ta ferðina var tað Montenegro.