Seint í gjárkvøldið bleiv Suðursudan alment viðurkent sum sjálvstøðugt ríki, og í høvuðsstaðnum Juba tustu fólk út á gøturnar at fagna frælsinum, sum fólkið hevur fingið eftir eitt langt og blóðugt borgarakríggj. Hóast kríggið formliga er liðugt, prutlar tað undir lokinum, og tí hevur ST framvegis 7.000 friðarvarðveitandi hermenn í landinum.
Umboð úr nógvum londum vóru í Juba í gjárkvøldið, teirra millum danski menningarmálaráðharrin, Søren Pind. Tey seinastu tíggju árini hava danir útflutt heilivág og ymsar maskinur til Sudan, men sambært ráðharranum eru góð útlit fyri størri samhandli við Suðursudan í komandi árum.
Suðursudanska stjórnin hevur sagt seg vóna, at umheimurin fer at gera íløgur fyri 500 milliardir dollarar har í landinum tey næstu árini.