Nevndin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur nøkur uppskot, hvør skal vera næsti floksleiðarin í Javnaðarflokkinum. Tað vildi hinvegin verið skeivt, at kunngjørt nakað nú.
Tað sigur Hilmar Augustinussen, sum er formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Nevndin í felagnum viðgjørdi formansvlið á fundi í gjárkvøldið.
Limafundur verður í annað kvøld, og tá sleppa limirnir at gera av, hvat valevni, felagið skal stuðla.
Hilmar Augustinussen vil ikki avdúka, hvat valevni nevndin raðfestir hægst, tí tað eru limirnir, sum skulu atkvøða.
- Framvegis er alt opið, staðfestir Hilmar Augustinussen.
Hilmar Augustinussen, Bente Kjær, Anna Elisabeth Joensen, Bjarni Dahl og Anna Rubeksen eru í nevndini í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.










