Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 75 ár

25. september 1925 varð Suðursteymoyar Javnaðarfelag stovnað. Politiska stríðið tá sum nú hevur altíð verið og er neyðugt at viðgera.

Og hjá tí politiska felag, sum tá tók seg upp í Føroyum, var aðalmálið at vinna ljóð fyri sosialistisku demokratisku hugsjónini, sum eftirhondini hevði vunnið fastatøkur í øllum evropeisku londunum við tí til fylgju, at demokratisku rættindini hjá fjøldini nú vórðu vird og stættarmunurin so líðandi fór at hoyra fortíðini til.

Í Føroyum høvdu røddir verið frammi so spakuliga um aldarskifitið fyri 100 árum síðani, og ungu framfýsnu kreftirnar í Havnini gjørdu serliga vart við seg. Og smátt um smátt fór hendan nýggja tíðin við sterkari krøvum um rættindi hjá tí minni menta at harna, tá Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað í 1916.

Við stovnanini av Javnaðarfelagnum 25 september 1925 var nú tann fyrsta staðfestingin av nýggjum ráki í politiska virkseminum í Føroyum komin. Frammanundan høvdu vit Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og teir sóu rímiliga reytt, tá Javnaðarflokkurin í 1927 bjóðaði seg fram til løgtingsvalið árið eftir.

Síðani eru umbroytingarnar í samfelagnum vorðnar fleiri, og vit hava í dag framkomið samfelag við øllum møguleikum at byggja víðari eitt samfelag, sum kann gerast gott og sterkt, bara vit megna at leggja til rættis soleiðis, at tað verður solidariskur samleiki, sum er ráðandi og ikki samfelagið, har kapitalurin einsamallur hevur maktina og mergsýgur einstaku menniskjuna.

Søgan um felag okkara er drúgv og hevur nógv at vísa á, hvussu kvinnur og menn hava lagt til brots og vunnið fjøldini betri sødir og livilig kor.


Stovnarar felagsins vóru:


Morentius Viðstein, hann var fyrsti formaður felagsins

Anton Andréasen, skrivari

Frits Hansen, kassameistari

Georg Rubbeksen, nevndarlimur

Johannes Hansen, nevndarlimur

Poul Johs. Hansen

Johannes Krogh

Johannes Guttesen

Joen Chr. Andreassen


Tað kann vera lagt afturat, at teir, sum tá løgdu navn til í felagshøpi, vóru ofta undir somu korum, sum teir fyrstu allastaðni, tá javnaðarrørslan tekur seg upp.

Mótstøðan var ofta hørð og ónærislig, at menn fyri ikki at missa breyð valdu at taka seg burtur úr felagnum - og tað gekst meira enn so, at illa gekst og striltið at fáa stillarar til lista.

Hetta er søga í dag, vilja vit siga, men ein farri av hesum lyndi mundi vera tað, sum stakk hógvarnar fram í løgtinginum, tá mentamálaráðharrin, Tórbjørn Jacobsen, skírdi javnaðarfólk at vera letingar, og tá formaður tingsins ikki so frægt sum talaði at.

Á 75 ára degnum stendur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mitt í eini støðu, sum á ymiskan hátt minnir um tíðirnar bæði í byrjanini og tíðini aftan á heimskríggið, tá Javnaðarflokkurin var tað miðsøkjandi og skapandi, soleiðis at vit fingu eina samfelagsskipan, sum hevur vart okkum sum tjóð, sum fólk og sum framburðsríkt samfelag.


25. september 2000

Jákup Lindenskov