Suðurstreym veðurbest

Nólsoyarfjørður og økið báðumegin við er veðurbesta stað í Føroyum, og tað kemur næstan ikki fyri, at turbulensur er har, sigur tyrluskipari

Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við flogskipara sum vísti á, at Nólsoy eftir hansara metan flogtekniskt var besta uppskotið higartil um nýggjan flogvøll í Føroyum. Hann vísti millum annað á, at talan neyvan fór at gerast um turbulens í økinum, og fyri at fáa greiði á hesum hava vit vent okkum til ein tyrluskipara, sum eru teir, ið vita nógv mest um hesi viðurskifti.

Og hesin er ikki í iva.

- Økið í Suðurstreymi er nógv tað veðurbesta staðið í Føroyum. Hvørki við Glyvursnes ella í Nólsoy er nakrantíð trupulleiki við turbulensi, sigur tyrluskiparin.

Hetta er eisini veðurbesta staðið tá tað kemur til vind, og tyrluskiparin sigur, at einastu ferð talan kanska kann gerast um eitt sindur av turbulensi í Nólsoy er, tá hann liggur á landnyrðingi.

- Men tá verður longra breytin nýtt, so tað er heldur eingin trupulleiki, sigur hann.

Hesin tyrluskiparin, vit hava tosað við, sigur víðari, at uppskotið hjá Magnusi Hansen sær ógvuliga áhugavert út, ikki minst tí talan verður um ein sonevndan krossvøll. Hetta ger, at lendast kann í so at siga øllum líkindum.

Turbulensur kann jú virka ógvuliga ótespiligur, og er heldur ikki at spæla við. Og tað er vælkent, at Sørvágsfjørður er herviligur í so máta.

- Tað er jú eingin loyna, at vit fegnir vildu havt eina aðra støð at operera út frá enn Vága Floghavn. Ikki tí, niðri á sjálvum vøllinum er rættiliga veðurgott, og tað er tað positiva við Vágunum. Men tað kann vera ógvuliga turbulent at fara á flog, bæði út yvir Sørvágsfjørð og yvir Miðvág, sigur tyrluskiparin.

 

Turbulensur

Hann sigur, at tað javnan kemur fyri tá teir eru á vakt um næturnar í sambandi við SAR (Search and Rescue), og teir mugu út á til dømis eitt skip, at teir eftir at hava lent í Havn við einum sjúklingi, ikki fara aftur vestur í Vágarnar, men verða standandi í Havn.

Og tað eru floglíkindini, sum gera hetta.

- Yvir Suðurstreymi eru ongantíð trupulleikar. Har eru lág fjøll og tey geva so at siga ongan turbulens, sigur tyrluskiparin.

Hann váttar eisini tað, sum flogskiparin førdi fram í blaðnum í gjár um, at Skúvoyarfjørður er ógvuliga ringur til turbulens.

- Lenda vit í sjálvari Skúvoyarbygd er engin trupulleiki, men fara vit bara stutta leið øðrumegin við, er beinanvegin trupulleiki við turbulensi. Og tað má roknast við, at tað verða nógvar lendingar og nógvar fráferðir yvir Skúvoyarfjørð, verður ein vøllur lagdur í Søltuvík, sigur tyrluskiparin.

Men ikki bert yvir Skúvoyarfirði er turbulensur. Har eru eisini ógvuliga áleypandi veðurlíkindi, sum hann málber seg.

- Eg havi lent har, sum ætlanin er at leggja flogvølin í Søltuvík, og sjálvt niðri við har, sum breytin skal verða, er turbulensur. Spurningurin er jú ikki bara um at finna eitt slætt øki, veður- og vindviðurskiftini hava týdning, men turbulensur hevur enn størri týdning. Og tað fær eingin vindkanning mátað, sigur tyrluskiparin.

 

Ikki eftirspurdir

Hóast tað ikki hevur beinleiðis ávirkan á tyrluflúgving sum so, heldur hesin tyrluskiparin, vit hava tosað við, at sjálvt um ein útbygging av flogvøllinum í Vágum er neyðug og má til, so er hetta ikki framtíðar loysnin fyri loftvegis ferðslu í framtíðini.

Hann vísir á – sum eisini øllum kunnugt – at vøllurin bert kann leingjast eitt vist, og fer hann upp um eina ávísa longd, verður eisini kravd ein ávís breidd. Og hesa breidd hevur vøllurin í Vágum ikki.

- Ein nýggjur flogvøllur má koma, eingin ivi um tað. Floghavnin í Vágum kann ikki nøkta framtíðar tørv. Og ein slíkur vøllur sum tann í Nólsoy við krossbana er ógvuliga áhugaverdur. Vit seta jú alsamt størri krøv til alt, og ein nýggjur flogvøllur skal verða ein varandi loysn, og tí er tað avgerðandi, at rætta staðið verður valt, og so mugu vit bert gjalda tað, sum tað kostar, sigur tyrluskiparin.

Hann sigur eisini, at ein nýggjur vøllur fer at verða eitt líka stórt framstig, sum tá Atlantsflog varð sett á stovn.

- Tá varð tosað nógv um, at tað var alt ov dýrt og ein alt ov stórur biti at gloypa, men tíðin hevur prógvað, at tað var ein røtt avgerð at taka. Og soleiðis fer eisini at verða við einum nýggjum flogvølli. Tað kann tykjast stórt og ógvusligt tak nú, men um nøkur ár fer eingin at vilja verða hann fyriuttan, sigur tyrluskiparin.

Tað undrar hann tó stórliga, at eingin nakrantíð hevur spurt nakran tyrluskipara eftir, hvar veðurbest er í Føroyum, og hvar minst er av turbulensi. Teir eru hóast alt teir einastu ið vita, hvar tey veðurbestu og minst turbulentu støðini eru. Og hvar tað er, ivast tyrluskiparin ikki í:

- Veðurbesta og minst turbulenta stað í Føroyum er Nólsoyarfjørður og har um leiðir, sigur hann.