Suðurrás aftur í luftina

Suðuroy: Í vetur fer Útvarp Føroya aftur at hava eina fasta sending úr Suðuroy einaferð um vikuna.
Tað er sendingin, Viðurgerði, sum verður á skránni hjá útvarpinum hvønn mánadag.
Sendingin verður gjørd á Suðurrás, sum er útvarpsstøðin í Suðuroy, men tað er útvarpið sum sendir sendingina.
Seinasta vetur var Viðurgerði fastur táttur í vetrarskránni hjá útvarpinum og tað verður tað sostatt aftur í vetur.
Sendingin í vetur verður eftir nøkunlunda sama leisti sum í fjørð, tvs. at har verður prát um ymisk viðurskifti, sum eru uppi í Suðuroy, tónleikur og annað.
Í fyrstu sendingini fara tey helst at gera nakað burturúr Johannustevnuni, sum verður hetta vikuskifti og tey fara eisini at ringja til onkran at práta um ymisk viðurskifti.