Suðuroyingur skrivaði søgu

Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað nýggja kappróðrarfelagnum í Suðuroy at vinna, tá ið Suðuroyingur steðgaði sigursrøðini hjá Klaksvíkingi í heimasjógvi í Vági

Tað var vorðin sum saluttur óføru róðrarmenninir í Suðuroy góvu Jóansøkuni!
Suðuroyingur var fremstur eftir tey fyrstu tredivu tøkini, Suður­oyingur var fremstur allan 1000 metra teinin, og endaspurturin hjá Suðuroyingi var so mikið sann­førandi, at spurningurin, hvussu tað nú fer at tørna út í kappingini millum 10-mannaførini, er púra opin, nú teir tríggir kappingarneytarnir – Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Vestmenningur – tvær tær næstu vikurnar fara at brynja seg út til tríggjar teir síðstu róðrarnar – í Vestmanna, í Sandavági og á Ólavsøku.
Talan var um satt drama á Vágs­firði. Bátarnir lógu borð um borð, sum teir fóru skúmandi inn eftir fjørðinum. Suðuroyingur hevði hug at økja um leiðsluna, sum tvey hundrað metrar úr málinum var ein hálv bátslongd. Undanfarnu ferðirnar hava bæði Suðuroyingur og Vestmenningur verið teir fyrru at bjóða av í endaspurtinum, tá ið Klaksvíkingur hevur verið fremstur, og so hevur Klaksvíkingur svarað aftur á síðsta stutta teininum.
Hesa ferð bjóðaði Klaksvíkingur fyrst av, og tað leið so mikið væl eftir, at tað tóktist sum um, at søgan skuldi endurtaka seg so­leiðis at skilja, at báturin, sum hevði vunn­ið tíggju róðrar á rað, á síðsta stutta teininum fram ímóti mál­inum skuldi endurtaka bragdið. Men soleiðis gekk tað ikki. Teir umborð á Suðuroyingi høvdu tak á kapp­ingini. Tá ið munurin var tódnaður at vera minni enn skuturin, svaraði Suðuroyingurin aftur.
Skotið small, og tað smakkaði sjálvandi øllum suðuroyingum væl, at nýggja 10-mannafarið hjá teim­um, sum av fleiri verður roknað sum verkætlan, ið skal vísa, hvussu væl tað kann ganga, tá ið allir suðuroyingar í orðsins sanna týdn­ingi eru í sama báti!

Tvey tølini
Suðuroyingar hava mangan kapp­ast við aðrar bátar á Jóansøku, men nógvu tey seinnu árini hevur tað ikki hilnast so væl í kappingini millum 10-mannaførini.
Í blaðnum undan vikuskiftinum varð nevnt, at tað skal leitast aftur til 1982 fyri at finna síðsta heima­sigurin í Vági. Tað er rætt, at Vág­bingur vann fyri tredivu árum síðani, men tað er ikki rætt, at hann ongantíð hevur vunnið í Vági síð­ani tá. Vágbingur vann eisini á Jóansøku í Vági í 2004 ella fyri átta árum síðani.
Undan vikuskiftinum varð víst á, at tað hevur roynst væl, tá ið árstalið er endað við tvey, og í hagtølunum verður 2012 nú knýtt upp í røðina. Í 1992 vann 6-mannafarið Smyril á Jóansøku í Vági bæði kappingina millum mannfólkini og konufólkini, og í 2002 vann Smyril kappingina millum 6-mannaførini við monn­um.

Framtíðin
Næstsíðst var tað Vestmanningur, sum var tætt við at syfta Klaks­víking, og hesa ferð endaði Vest­menningur á bronsuplássinum, ið var tað sama sum aftasta pláss­ið. Tað vóru bara tríggir bátar við í kappingini hesa ferð, tí Havnar­báturin orsaka av forfalli ikki tók lut.
Klaksvíkingar ætla sær ikki uttan víðari at víkja sessin sum besta kappróðrarmanningin. Teir eru fremstir og harvið framvegis favo­rittar í FM kappingini. Vest­menn­ingur hevur ikki vunnið síðani á Ólavsøku í 2010. Næsta kappingin verður um tvær vikur í Vestmanna, og tá ætla vestmenningar sær at gera sama nummarið, sum suður­oyingar hesa ferð megnaðu – at vinna í heimasjógvi – og harvið at syrgja fyri, at fagnaðurin á Fjarða­stevnuni verður størri og hýrurin betri.
Suðuroyingar fegnast um verk­ætlanina við felags 10-manna­farinum og sigurin, sum teir vunnu í Vági, og nú er málið at vinna tað, sum er eftir at kappast um, og teir halda seg hava góðar fyritreytir, tí teir kenna seg at vera betri trimm­aðar at kappast á stutta teininum, enn kappingarneytarnir eru.
Tað er spenningur í luftini, sum maðurin plagar at taka til!