Fólkaheilsa
Tað tykist sum um at suðuroyingar rættiliga hava tikið fólkaheilsuátakið hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, til sín.
Tá ið Hans Pauli Strøm bleiv landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum fekk hann eitt nýtt hugtak inn í føroyskan politikk. Og tað er hugtakið fólkaheilsa.
Ein liður í hesum hevur verið at skipa fyri fólkaheilsurenning kring landið og leygardagin var eitt avbera væleydnað tiltak í Suðuroy.
Men suðuroyingar gevast ikki so, tí í kjalarvørrinum á fólkaheilsurenningini leygardagin, er ætlanin at stovna felag fyri rennarar og gongufólk í allari Suðuroynni.
Stovnandi aðalfundur verður í skúlanum í Hovi í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19.30.
Har ber seg hjá øllum at møta upp og at melda seg inn í felagið.