Suðuroyingar sparkaðu sigurin í hús

Spark heldur enn spæl, nógvur vindur og eitt nokkso tilvildarligt mál beint fyri leiklok. Tað er tað, sum stendur eftir dystin millum norðasta og sunnasta fótbóltsliðið í landinum, har øll trý stigini vóru verandi í Suðuroy

FÓTBÓLTUR

 

Eftir níggju tap og ein javnleik eydnaðist tað loksins VB/Sumba at fáa trý stig aftur. Við tepra eittmáls sigrinum á KÍ, hevur VB/Sumba nú hálað seg upp á sjey stig, og samstundis stytt um fjarstøðuna til liðið omanfyri niðurflytingarmarkið, sum er netupp KÍ.

VB/Sumba spældi sín møguleika og vann fyri aðru ferð í ár. Dagsins hetja var Jón Krosslá Poulsen. Eins og 1. apríl, tá VB/Sumba vann 1-0 á AB, var hann maðurin aftanfyri sigurin, tá hann fekk prikað bóltin í málið stutt fyri leiklok.

Tað var eftir innlegg frá Evrard Ble í høgru, at Jón Krosslá Poulsen við handaru stong setti høvdið á bóltin. Hesin rakti verjuleikara, og so var Jón kvikur á leysa bóltinum og prikaði hann inn.

Tá restaðu fimm minuttir av dystinum, og seinasta løtan tóktist óendaliga lang hjá suðuroyingum. Men tá so bríkslað var fyri seinastu ferð, kókaði alt kring vøllin. Tað var við at vera absolutt seinasta útkall hjá VB/Sumba – nú eru teir framvegis við.

 

Vánaligur dystur

Dysturin var annars lítið at rópa hurrá fyri. Nógvur vindur var og hetta tóktist órógva spæli. Í hvussu so er var meiri sparkað enn spælt dystin ígjøgnum. Av uppløgdum møguleikum var heldur ikki nógv at koma eftir. KÍ kom nakrar ferðir aftur til baklinjuna, men so hendi heldur ikki meir. Tann annars altíð vandamikli Paul Clapson varð væl ansaður av Dimitri Jankovic, so hann formáddi sær lítið sunnudagin, og varð eisini skiftur út, tá tað restaðu smáir tíggju minuttir. VB/Sumba hevði heldur ikki heilt so nógv at bjóða upp á frameftir. Eini tveir rímiliga stórar kjansir høvdu teir, men hesir góvu ikki mál.

 

Battaríini lødd

Í Suðuroy kom frívikuskiftið væl við. Tað er tungt at tapa, ikki minst tá talan er um níggju tap á rað. Áðrenn henda dystin spældu teir javnt móti AB, so kom var frívikuskiftið, tá landsliðið spældi, áðrenn tørnað varð til aftur í gjár. Steðgin hava suðuroyingar brúkt at løða battaríini, sum vóru við at vera fult uppbrúkt. Og eins og eftir vetrarsteðgin, so vunnu suðuroyingar. Fyri teir er bara at vóna, at battaríini ikki eru fullkomiliga uppbrúkt beinanvegin aftur, soleiðis at tað aftur skulu ganga tíggju dystir, áðrenn næsti sigurin kemur til høldar.

Hjá klaksvíkingum sær tað ikki serliga gott út. Tað byrjaði annars væl eftir venjaraskiftið, og menninir hjá Eyðun Klakstein vístu frálíkan hugburð móti B36. Henda høvdu teir fullkomiliga gloymt eftir í Klaksvík, so stríðsandin og viljin at kempa fyri stigunum, var ikki til staðar. Tað er neyðugt, um tú ætlar at fáa stig úr dystum, har spælið ikki koyrir. Eisini tá mótstøðuliðið eitur VB/Sumba.