Tað er nú meststum púra greitt, at fleiri suðuroyingar, sum koma til Føroya við flúgvara í dag, sleppa ikki heim at halda jól.
Tvey flogfør skuldi koma í Vágar beint eftir døgverða í dag, og tí útsetti Smyril fráferðina úr Havn til klokkan 16, so at ferðafólkini skuldi lukkast suður.
Strandferðslan hevur fingið at vita, at fleiri suðuroyingar eru við og tí varð avgjørt at bíða eftir flogfarinum.
Men Niels Harald Michelsen, skipari, hevur gjørt greitt, at veðurtíðindini eru so vánalig, at hann kann ikki drála nógv longri enn tá at fara úr Havnini, tí annars verðru tað so nógvur vindur á Krambatanga, at tað er ikki leggjandi at bryggju.
Men nú fer alt í vaskið, tí bæði flogførini eru seinkað.
Flogfarið, sum kom úr Íslandi, skuldi lenda beint eftir døgverða, klokkan 13.30, men tað slapp ikki niður, og fór til Bergen. Tað roynir aftur nú kokkan 16.30.
Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn, og sum skuldi lenda klokkan 13.25, er eisini seinkað. Tað er á veg til Føroya og eftir ætlan skal tað seta seg klokkan 15.51.
Men Niels Harald Michelsen sigur, at seinastu tíðina eru veðurtíðindi versnað, so at hann sigur 19 metrar um sekundið á Krambatanga longu klokkan 18 í kvøld.
Tí torir hann ikki at bíða í Havnini, men loysir klokkan nú klokkan 16, sum ætlað, og hóast flúgvararnir lenda, er ongin møguleiki at lukkast til Havnar, áðrenn loyst verður.
Eftir ætlan skal Smyril eisini sigla í morgin, men sum veðurtíðindini eru nú, er tann møguleikin í besta føri bara mikroskopiskur.
Niels Harald Michelsen sigur, at hann sigur frá so nógvum vindi í morgin, at hann sleppur ikki frá bryggju.









