Nú verða stig tikin til at lata Suðurbio uppaftur, so suðuroyingar aftur kunnu sleppa í biograf Tað eru Finnbogi Danielsen og synirnir Jón og Hallur, ið hava tikið stig til at endurreisa Suðurbio. Teir hava fingið Øll loyvi og allar sáttmálar upp á pláss, so nú er bara okkurt smávegis eftir.
Finnbogi Danielsen sigur við Suðuroyarportalin, at tann fyrsta sýningin verður eftir ætlan síðst í hesum mánaðinum.
Fyri at hava eina so góða og nýggja skrá sum møguligt eru teir farnir í samstarv við Havnar Bio, og tað skuldi tryggja Suðurbio teir nýggjastu filmarnar.
Ætlanin er at hava sýningar frá ónskvøldi til sunnukvøld hvørja viku.