Fólkaheilsurenning
Fólkaheilsurenningin í Suðuroy leygardagin fekk ovurhonds stóra undirtøku. Yvir 500 fólk vóru við og tað er ikki minni 10% av fólkatalinum í Suðuroy.
Efir fólkaalinum er tað nógv besta undirtøkan, tí skuldi undirtøkan verið eins stór í renningini í Havn, skuldu 2000 fólk verið við, tí har býr fýra ferðir so nógv fólk, men tey vóru "bara" 1000 fólk við.
Men tað vóru ikki bara suðuroyingar við, tí einstakir luttakarar vóru eisini norðanfjørðs.
Fólkaheilsurensningin í Suðuroy livdi til fulnar upp til endamálið, sum er at fáa fólk at røra seg. Ongar tíðir vóru tiknar ogsostatt ráddi heldur ikki um at vinna ella at renna skjótast. Tískil kundu fólk renna ella ganga sum teimum lysti.
Á málinum eru eisini fólk frá Hjartafelagnum Fyribyrgingarráðnum og har ber til at máta blóðtrýstið og at fáa aðrar upplýsingar um heilsu og rørslu.
Táið komið varð á mál, fingu luttakararnir drekkajogurt, frukt og vatn.
Fólkaheilsa í orðsins rætta týdningi
Tað vóru Almanna- og heilsumálaráðið, Shell og Tvøroyrar Svimjifelag, sum skipaðu fyri.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, varð sjálvur tann, sum setti tiltakið ígongd.
Hann var sera væl nøgdur við luttøkuna.
Hetta er av sonnum ein fólkaheilsurenning í orðsins rætta týdningi, tí her er alt slag av fólki við.
Tað var eisini ein fjølbroyttur skari, sum legði frá, tá ið starturin gekk: Har vóru børn og vaksin, men ein hampilig yvirvág var av konufólki. Nú talt er upp, vísti tað seg, at tað vóru 320 konufólk og 170 mannfólk við í tiltakinum, so tilsamans var luttakaratalið 195 fyri at tað skal vera heilt nágreiniligt.
Yngsti luttakarin var seks mánaðir og tey elstu vóru væl uppi í áttatiárunum. Har vóru fólk á høkjum og fólk í rullustóli og nógv í barnavogni og á hálvari leið steðgaði ein ung mamma upp at geva barni sínum bróst.
Har vóru fólk úr allari Suðuroy, men har vóru eisini fólk úr Havn, úr Vestmanna og enntá so langt burturi sum av Trøllanesi.
Fyrireikarnir halda, at júst hetta, at tiltakið ikki var skipað sum ein kapping, men sum eitt heilsuligt og sosialt tiltak, var tann heilt stóri vinningurin og gjørdi, at so nógv fólk av øllum slagi meldaðu til- og tað var endamálið við øllum tiltakinum.
Hans Pauli Strøm vísti eisini á týdningin av at røra seg.
Rørsla er betri enn øll sløg av vitaminum og øll sløg av stimbrandi heilivági yvirhøvur, segði hann.
Tey, sum annars stuðlaðu fólkaheilsurenningini í Suðuroy vóru Atlantsflog, MBM, Føroya Bjór, Shell, Poul Hansen og Føroya Tele.