Suðuroyingar skulu gera sum grønlendingar

Bjørg av Rana, ljósmóður í Suðuroy, hevur eina uppskrift upp á, hvussu føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann latast upp aftur

 

Bjørg av Rana, ljósmóður í Suðuroy, hevur eina uppskrift upp á, hvussu føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann latast upp aftur

 

 

- Eg eri púra vís í, at tað eru fleiri læknar runt um í heiminum, sum hava hug at koma á Suðuroyar Sjúkrahús, so at føðideildin kann lata upp aftur.

 

Tað staðfesti Bjørg av Rana, ljósmóður í Suðuroy, á pallborðsfundi leygardagin um støðuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eftir at føðideildin varð stongd.

 

Hon Bjørg av Rana heldur, at ein máti er, at Suðuroyar Sjúkrahús ger sum tey hava gjørt á Sjúkrahúsinum í Sisimiut í Grønlandi, har hon arbeiddi eitt skifti.

 

Hon segði, at í Sisimiut býr eini 6000 fólk, og har verða eini 100 børn fødd um árið.

- Í Sisimiut er tríggjar kommunulæknar, sum allir arbeiða á sjúkrahúsinum, og teir taka sær eisini av føðingunum, sum eru.

 

- Men so hava tey eisini fingð ein 78 ára gamlan føðilækna úr Suðursudan á sjúkrahúsið at arbeiða, og hann er altíð til taks at heita á, tá ið okkurt ikki gongur eftir vild í sambandi við føðingar.

 

Hon kallaði tað fyri eina "geniala loysn", sum tey her høvdu fingið í Sisimiut.

 

- Eg eri púra vís í, at tað ganga fleiri læknar sum hesin, runt um í heiminum, og sum eru til reiðar at koma á Suðuroyar Sjúkrahús at arbeiða, segði Bjørg av Rana.

 

Hon vísir á, at tað eru ikki suðuroyingar, sum hava kravt, at ein barnalækni og ein narkosulækni skal vera til taks, hvørja ferð, ein kona skal eiga.

 

- Tað eru ikki soleiðis vanligir føðslar á eini útoyggj eru. Har brúka tey eina ljósmóður og so hava  tey ein lækna, sum er til reiðar at taka um endan, tá ið alt ikki gongur eftir vild.

 

Hon vísir somuleiðis á, at hon hevur eisini arbeitt á sjúkrahúsi í Noregi, og har høvdu tey eina tyrla standandi uttanfyri ,sum altíð var til reiðar at flúgva sjúklingar á eitt størri sjúkrahús, tá ið okkurt var áfatt, sum kravdi.

 

Tað varð eisini ført fram, at ein annar máti er at flúgva læknamanning av Landssjúkrahúsinum til Suðuroyar, tá ið tørvur er á tí.

 

Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ivast í um tað er so einfalt at finna læknar, sum Bjørg av Rana vil gera tað til.

 

- Er tað nakar, ið hevur leitað eftir læknum runt um í verðini, eri tað eg, staðfesti hann.

Hann vísir eisini á, at tað hevur eydnast at fáa pólskar og jugoslaviskar læknar á Suðuroyar Sjúkrahús at arbeiðam men teir hava verið ódrúgvir, tí teir støðast ikki.

 

Men hann staðfesti eisini, at hann vildi ikki sett sítt álit á ein 78 ára gamlan pensioneraðan føðilækna úr Suðursudan.

 

Heldur ikki Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, heldur, at hetta er nøkur gongd leið.

- Barnadeyðin í Grønlandi er ein heilt annar enn hann er her, so tað er ikki vist, at vit skulu loysa okkara trupulleikar á sama hátt sum tey gera í Grønlandi, staðfesti hon.

 

Hinvegin vísti hon á, at í Noregi eru tey farin at útbúgva læknar í bráðmedisini og sum ikki hava so smala útbúgvin, sum læknarnir hjá okkum eru.

 

Hvørki hon, ella Ronnie Midjord halda, at tað er tann rætta loysnin at dúva upp á at hava tyrlu til taks altíð til at flúgva sjúklingar ímillum Suðuroy og Landsjúkrahúsið, har serlæknaviðgerð er bráðneyðug.

 

Tey mintu á, at tað eru ikki so fáir dagar um árið, at tað hvørki er flúgvandi, ella siglandi fyri veður.

- Og hvat gera vit við barnakonurnar teir dagarnar, spurdu tey.

 

Sirið Stenberg spurdi eisini, hvussu tey skulu virka á Landssjúkrahúsinum, tá ið læknamanning brádliga skal takast úr arbeiði, tí hon skal til Suðuroyar í neyðssendarørindum.

 

Tá heldur hon, at tryggasta loysnin er at fáa barnakonurnar til Havnar, men so verður takið at gera umstøðurnar hjá teimum í Havn so góðar sum gjørligt.