Vakstraravtala fyri Suðuroy
Nú er líkt til at farast kann undir eina umfatandi menningarætlan fyri alla Suðuroynna.
Allar kommunurnar í oynni eru samdar um at biðja búskaparfrøðingin, Magna Laksáfoss og samfelagsfrøðingin, Jógvan Mørkøre, um at standa fyri arbeiðnum at fyrireika eini slíkari ætlan.
At kalla tað menningarætlan er kanska ikki heilt rætt, tí tað, sum ætlanin er at gera, er ein vakstraravtala fyri Suðuroynna, har allir partar gera eina avtalu um, hvussu oyggin skal mennast.
Teir báðir serfrøðingarnir vóru í Suðuroy herfyri, har teir greiddu kommununum frá, hvat ein slík vakstraravtala snyr seg um, hvussu farast kann fram hereftir.
Teir boðaðu eisini frá, at semjast kommunurnar um at fara undir arbeiðið, eru teir eisini sinnaðir til at standa fyri arbeiðnum at fyrireika eina slíka vakstraravtalu og at gera eitt uppskot til eina slíka avtalu.
? Hesar seinastu dagarnar hava sjey kommunurnar í oynni viðgera málið fyri at vita um hetta er nakað at fara víðari við, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri, sum er talsmaður hjá kommununum í hesum máli.
Hann sigur, at nú eru boð komin frá øllum kommununum um, at tær eru sinnaðar at vera við í arbeiðnum.
Kostar eina hálva millión
Ein slík vakstraravtala er mett at kosta 500.000 krónur og tað er lagt upp til at kommunurnar skulu betala helvtina og landskassin hina helvtina, tí kommunurnar megna ikki at gera tað einsamallar.
Nú kommunurnar hava tikið avgerð um at vera við í ætlanini og at betala sína helvt, verður farið til Landsstýrið við eini umsókn um at betala hina helvtina.
? Sostatt liggur bólturin nú í Tinganesi og støðan hjá landsstýrinum verður avgerðandi fyri um hendan ætlanin kann setast í verk.
Men Eli Frederiksen væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tí tá ið kommunurnar hava víst ein vilja, heldur hann at tað er sjálvsagt, at Lansstýrið eisini er við.
Hann er fegin um at kommunurnar samdust um at gera eina slíka vakstraravtalu
? Hetta kann vera byrjanin til eitt ávíst samstarv ímillum kommunurnar. Hinvegin vil eg siga, at kundu kommunurnar ikki samstarva um hetta, kundu tær ikki samstarva um nakað, tú hetta er eitt rættiliga grundleggjandi tiltak fyri alla Suðuroy.
Nú eru vágbingar eisini í ferð við eina menningarætlan fyri Vág. Koma hesar báðar ætlanirnar at vera í vegin fyri hvørjum øðrum?
Tað meti eg heilt avgjørt ikki. Eg meti tvørturímóti, at tað er bara positivt at ein menningarætlan eisini verður gjørd fyri Vág, tí tað er onki sum forðar fyri, at ein menningarætlan fyri Vág og ein vakstraravtala fyri alla Suðuroy kunnu ganga hond í hond og kunnu samansjóðast, sigur Eli Frederiksen.