Suðuroyingar og kalsoyingar missa ein túr

Leygardagin fyrsta september, tað er næsta leygardag, kemur ferðaætlanin hjá Strandferðsluni í gildi.

Tað merkir, at tá fara summi av skipunum hjá Strandferðsluni at sigla eftir øðrvísi ferðaætlan enn tey hava siglt eftir síðani í vár, sigur Joan B. Poulsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni.

Hjá Suðuroyingum merkir tað, at mikudagar verður ferðaætlanin skerd ein túr. Sostatt siglur Smyril ikki túrarnar ímillum Suðuroy og Havnina mitt á degi, men bara um morgunin og um kvøldið.

Søgur hava eisini gingið um, at ferðaætlanin skuldi broytast um vikuskiftið, har túrurin av Krambatanga til Havnar klokkan 21 fríggjakvøld, skuldi strikast, tí tað eru ov fá ferðafólk, sum brúka tann møguleikan. Ístaðin skal Smyril liggja á Krambatanga leygarnátt og sigla fyrsta túr haðani leygarmorgum, akkurát, sum hann gjørdi fyrr.

Men tað verður ikki.

Hjá Kalsoyingum merkir broytingin, at gerandisdagar, mánadag til fríggjadag, er ein túrur mitt á degi eisini skorin burtur.

Hinvegin verða ongar broytingar gjørdar á farleiðina ímillum Gomlurætt og Skopun fyribils.

Teistin er á beding og Ternan er sett í sigling ístaðin. Men Ternan tekur ikki so nógv fólk og so nógvar bilar, sum Teistin og mett verður ikki, at tað er ráðiligt at skerja flutningsorkuna um Skopunarfjørð enn meiri.

Tískil kemur vetrarferðaætlanin hjá sandoyingum ikki í gildi fyrrenn Teistin er komin aftur í sigling og gongst, sum ætlað, verður tað 22. oktober.

Men tá verða so onkrar broytingar har eisini.