Teir suðuroyingar, sum hava brúk fyri regluliga dialýsuviðgerð, verða framvegis noyddir at fara á Landssjúkrahúsið.
Tað svaraði Hans Pauli Strøm í løgtinginum í gjár.
Jenis av Rana spurdi landsstýrismannin um tað er rætt, at sjúklingur úr Suðuroy, ið kundu fáa viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, noyðast regluliga til Havnar á Landssjúkrahúsið av fíggjarligum ávum, hósat ein eykajáttan til Suðuroyar sjúkrahús hevði gjørt tað møguligt at viðgerðin kundi verið veitt har.
Hans Pauli Strøm staðfestir, at av læknafakligum orsøkum verður mælt til, at øll viðgerðin verður savnað á einum stað, tí talan er um sera tøkniliga viðgerð, sum eisini krevur væl skikkað starvsfólk fyri at tryggjað dygdina í viðgerðini. Talan er sostatt ikki um at flyta sjúklingar til Havnar av fíggjarligum ávum.
Jenis av Rana helt ikki, at hetta var av læknafrøðiligum ávum men at tað var talan um at læknar á Landssjúkrahúsinum ikki vildi missa viðgerðina. Og hann helt, at tað kundi verið, at aðrir læknar høvdu eina øðrvísi meting av hesum.
Hinvegin ætlaði Hans Pauli Strøm at spyrja íslendingar um, hví teir hava savnað alla dialýsuviðgerð á einum og sama stað, hóast teir høvdu nógv sjúkrahús.
Annars upplýsti Hans Pauli Strøm, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið játtan til ein yvirlækna afturat.,