Suðuroyingar náa ikki flúgvaran fýra dagar um vikuna

Ferðaætlanin, sum er lýst at galda ímeðan Smyril er í dokk fær avleiðingar fyri teir suðuroyingar, sum ætla sær uttanlands við flogfari.

Tað fær ikki bara avleiðingar fyri ferðasambandið ímillum Havnina og Suðuroynna, at Smyril nú skal í dokk, og at eitt nógv minni skip skal sigla fyri hann í seks vikur, hetta til Jóansøku.

Tað fær eisini avleiðingar fyri teir suðuroyingar, sum skulu uttanlands.

Nú Claymore skal sigla, er nýggj ferðaætlan løgd, sum leggur upp fyri, at skipið bæði er minni, og siglur seinni enn Smyril. Eftir teirri fyribils ferðaætlanini skal Claymore sigla av Tvøroyri tríggjar morgnar um vikuna klokkan seks.

Tað eru mánamorgun, fríggjamorgun og sunnumorgun. Hinar fýra dagarnar, týsdag, mikudag, hósdag og leygardag, siglur Claymore av Tvøroyri klokkan 7.

Men hann hevur næstan tríggjar tímar um at sigla norður til Havnar, og tað ber í sær, at hesar dagar sleppa suðuroyingr ikki við flúgvaranum, uttan at fara norður dagin fyri.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta er ein spurningur, sum tey hava hugsað sera nógv um. Men vit komu til ta niðurstøðu, at tað er ov strævið fyri suðuroyingar, um Claymore skal sigla hvønn morgun kl. 6. Annars er fiskatúrurin av Drelnesi hóskvøld fluttur fram frá kl. 19 til kl. 18.30 og hann er samstundis gjørdur til farmatúr burturav.