Suðuroyingar mugu »smugla« ferðafólk

Smyril er lagdur orsakað av verkfallinum. Tí eru ferðafólk noydd at ferðast við trolarum, skulu tey av oynni. Skipaetirlitið sigur, at tað er ólógligt at flyta nógv ferðafólk við fiskiskipum, men fer einki at gera við málið


 

Tveir trolarar og ein garnabátur fluttu sunnudagin ferðafólk millum Suðuroynna og Havnina.

Seinnapartin sunnudagin kom hvalbiartrolarin Steintór á Havnina við hópi av ferðafólki, klokkan ellivu sama kvøld kom Rankin av Tvøroyri á molan við góðum 30 ferðafólkum, og ein hálvan tíma seinni kom garnabáturin Anita av Tvøroyri fullfermdur við ferðafólki at bryggju undir Skipafelagnum.


Ólógligt

Skipararnir á øllum trimum skipunum høvdu tikið eyðka bjargingarútgerð við umborð, so at nóg mikið bjargingarútgerð var umborð til manningina og øll ferðafólkini.

Men tað er kortini ólógligt soleiðis at flyta ferðafólk við fiskiskipum.

Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá Skipaeftirlitinum, hvørjar reglur eru galdandi á hesum økinum. Og sambært Skipaeftirlitinum hevur einki skip, sum ikki er góðkent til ferðafólkaflutning, loyvi at flyta ferðafólk.

Tó ber til hjá einum fiskiskipi at taka fólk við frá til dømis Tvøroyri til Havnar, um onkur biður lova sær at sleppa við. Men skipið hevur tó ikki loyvi til at taka fleiri enn 12 fólk við. Harafturat hava fiskiskip ikki loyvi at gera nakað, sum ber brá av ferðafólkaflutningi. Hetta er galdandi líkamikið hvussu nógv bjarginarútgerð er umborð.

Skipini, sum komu av Tvøroyri sunnudagin, brutu sostatt lógina. Men hetta ætlar Skipaeftirlitið ikki at gera nakað við


Heim frá jarðarferð

Orsøkin til, at Antita fór til Havnar var, at ein rúgva av fólki frá meginøkinum, sum høvdu verið í Suðuoynni til jarðarferð, vóru stranda í Suðuroynni. Hesi vildu sleppa heim aftur, og skiparin á Antiu játtaði at flyta tey.

Við Rankanum kom ein skúlaflokkur, ið skuldi við Norrønu uttanlands á námsferð. Var flokkurin ikki sloppin til Havnar sunnudagin, slapp hann ikki námsferðina.

Eisini til Suðuroyar aftur vóru ferðafólk umborð á fiskiskipunum. Rankin loysti aftur beinan vegin, hann hevði fingið fólk umborð aftur. Men tá vóru ikki fleiri enn eini seks ferðafólk við, harímillum Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.

Jóannes Eidesgaard segði seg ongar trupulleikar hava av, at hann fór suður við trolaranum. Hann vísti á, at forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt greitt, at felagið ikki ætlar sær at steðga fólkaflutningi og flutningi av mjólk.