Suðuroyingar mugu seta krøv

Nú nýggjur Smyril skal byggjast, hevur tað alstóran týdning, at suðuroyingar gera vart við, hvørji krøv teir hava til skipið. Eitt hugskot kundi verið at stovna eitt samferðsluráð í Suðuroynni

Gongur eftir ætlan verða tað ikki so øgiliga nógv ár, til eitt nýtt suðuroyarskip er bygt ístaðin fyri Smyril, sum nú er.

Í uppskotinum til langtíðarfíggjarlóg, sum landsstýrið legði fyri tingið, saman við uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1999, eru til samans 170 milliónir settar av til nýtt suðuroyarskip. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2000 eru 60 milliónir settar av til nýggjan Smyril. Í uppskotinum fyri 2001 eru somuleiðis 60 milliónir settar av, og í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2002, eru 70 milliónir settar av til nýtt suðuroyarskip.

Hóast hetta liggur nøkur ár frammi í tíðini, heldur einasti samgongutingmaður úr Suðuroy, Hergeir Nielsen, at tað er umráðandi, at suðuroyingar gera vart við seg nú og seta krøv til tað nýggja skipið, m.a. um, hvussu stórt tað skal vera, hvussu skjótt tað skal sigla, hvussu tað skal vera innrætta, stabilisatorar o.s.fr.

Hann sigur, at sjálvandi fara hann og hinir tingmenninir úr Suðuroynni at seta krøv til skipið.

Men hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at eisinitey, sum skulu brúka skipið, eisini gera vart við seg. Og ikki minst hevur tað týdning, at tey, sum skulu sigla við, siga sína hugsan.

Hann heldur, at suðuroyingar skulu helst ikki enda í somu støðu sum Vaktartænastan er enda í nú nýtt vaktarskip skal byggjast, tí nú tað er liðugt tekna, hava skiparar hjá V&B gjørt vart við ymiskt, sum skuldi verið øðrvísi.

Hergeir Nielsen heldur, at suðuroyingar eiga ast finna ein ella annan felagsskap, ella stovn, at røkt síni áhugamál. Eitt nú heldur hann, at tað kundi verið eitt gott hugskot at stovna eitt samferðsluráð í Suðuroy.