Suðuroyingar missa Smyril í fleiri vikur

Um mánaðarskiftið skal Smyril í dokk og hann verður úr sigling í einar fimm ella seks vikur

Nú verða suðuroyingar og øll tey, sum skulu ferðast ímillum Suðuroy og Havnina, noydd at vinka farvæl við Smyril.

Og tað verður í fleiri vikur, at ferðafólk noyðast at lata sær lynda, at ongin Smyril verður.

Orsøkin er tann, at nú skal flaggskipið hjá Strandferðsluni í dokk og har fer hann at standa upp á turrum í fleiri vikur.

Tað verður akkurát um mánaðarskiftið septembur-oktobur, ella um góðar tríggjar vikur, at Smyril skal í dokk.

Strandferðslan hevur gjørt avtalu við eina skipasmiðju í Landskrona í Svøríki um at taka Smyril í dokk.

- Fyribils hava vit sagt, at tað fer at taka tríggjar vikur at gera tað, sum er at gera við Smyril, sigur Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni.

Men hann leggur afturat, at av royndum veit hann, at tað fer at taka nógv longri og sjálvur metir hann, at tað heldur fer at taka eina fimm, kanska seks vikur, áðrenn Smyril verður liðugur.

Sostatt skulu vit ikki vænta at síggja Smyril aftur ímillum oyggjarnar fyrrenn um hálvan novembur.

Nú Smyril skal í dokk, eru tað ymsar ábøtur, sum skulu gerast, umframt tað kravda botnsýni og annað eftirlit, sum Skipasýnið krevur.

Eitt nú skal eisini tey brekini gera, sum koma undir garantiskylduna hjá Skipasmiðjuni, sum bygdi skipið og sum skipasmiðjan sostatt skal hefta fyri.

- Í øllum førum kann eg siga, at klára sviar at gera smyril lidnan upp á fýra vikur, høvdu vit verið serstakliga væl nøgd, sigur Regin Vágadal. Men so skal hann siglast heim og gerast siglingarklárur aftur, so væntast kann, at hann verður burtur í seks vikur.


Avloysarin klárur

Ímeðan Smyril er í dokk, verður tað estlendska ferjan, St. Ola, sum skal røkja Suðuroyarsiglingina.

Hann er áleið sama slag sum gamli Smyril og hevur stabilisatorar. Hann hevur verið í Føroyum fyrr og avloyst Smyril, so ferðafólkið kennir hann og hann hevur roynst væl.

Hann siglur tó nakað seinni enn gamli Smyril gjørdi og tí verður vent aftur til gomlu ferðaætlanina hjá Smyrli ta tíðina St. Ola er her.

Avtalan við estlendska reiðaran er, at St. Ola kann heintast tann 25. september og ætlanin er at taka hann heim beinanvegin, sigur Regin Vágadal.

Tað tekur einar tríggjar dagar at sigla hana heim og tveir dagar at gera hann siglingarkláran, so tað verður um mánaðarskiftið, at Smyril ferð.


Vilja finna orsøkina

Eitt tað mest álvarsliga brekið, sum skal umvælast, eru stabilisatorararnir, sum fóru í vár, men sum tað eydnaðist at umvæla fyribils, so at teir skuldi halda, til Smyril fer í dokk.

- Serfrøðingar frá verksmiðjuni eru til reiðar á svensku skipasmiðjuni, tá ið Smyril kemur í dokkina og tá er ætlanin at kanna stabilisatorararnir gjølliga.

- Ætlanin er tá at umvæla teir, so at teir halda. Men ber tað yvirhøvur til, er eisini ætlanin at finna orsøkina til, at teir fóru og tað eru hesi viðurskifti, sum serføðingarnir eisini skulu kanna, sigur Regin Vágadal.

Smyril skal aftur í dokk um tvey til hálvttriðja ár.

Les eisini greinina: Fær 2,6 milliónir í endurgjaldi fyri Smyril.