Samstarv
Nú er bara eitt svimjifelag í Suðuroy.
Í nógv ár hevur svimjifelag verið bæði í Vági og á Tvøroyri.
Men hetta síðsta árið hava bæði feløgini samstarva og tað hevur riggað so væl, at tey hava nú samtykt at leggja bæði feløgini saman.
Nýggja Felagið eitur Suðuroyar Svimjifelag.
Ætlanin er at venja bæði í í hylinum á Tvøroyri og í hylinum Vági og tað gevur fleiri møguleikar at skipa venjingina, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Felagið vónar eisini at síggja nógvar svimjarar í felagnum heilt úr Sumba til Sandvíkar og táið kappingarnar so byrja aftur, verður tað so við einum størri og sterkari og savnaðum suðuroyarfelagi.
Í sambandi við samanleggingina, skal nýggja felagið hava nýtt búmerki og nýtt navn.
Tí verður nú útskrivað kapping um at tekna nýtt búmerki og navn, sum skal brúkast til klæðir, lýsingar, heimasíðu, brævapappír við meira.
Virðisløn verður latin og 1. virðisløn er 3000 krónur, 2. virðisløn er 2000 krónur og 3. virðisløn er 1000 krónur.
Freistin at senda inn uppskot er 20 august 2007 og uppskot kunnu sendast til reisim@ post.olivant.fo










