Suðuroyingar krevja pengar aftur fyri undirsjóvartunlarnar

Verður tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, fara kommunurnar í Suðuroy at krevja pengarnar aftur, sum Suðuyroyingar hava goldið fyri tunlarnar.

Tað siga teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroy eftir at teir hava havt felagsfund um ymisk viðurskifti.

Eitt mál, teir umrøddu, var kravið frá borgarstjórum í Vágum og í Norðoyggjum um, at tá ið undirsjóvartunlarnir eru goldnir, skal tað verða ókeypis at koyra ígjøgnum teir.

-Tað tykist løgið, at borgarstjórar í norður- og vesturøki Føroya nú hava hug til at melda seg úr føroyska samfelagnum, siga borgarstjórarnir í Suðuroy.

Men teir vísa á, at allir føroyingar hava verið við til at gjalda hesar tunlar og verður koyringin ókeypis, fara at krevja sín part av undirsjóvartunlunum aftur.

- Lyfta øll ikki í felag, eru útlitini fyri føstum sambandi til Suðuroyar eru lítil, vánalig, staðfesta teir.

- Ein fortreyt fyri at landið framhaldandi kann byggjast út, er, at vit øll lyfta uppgávuna á felag.

Annars halda teir, at tað er eitt gott hugskot, at tað verður ókeypis at brúka tunlarnar, men so skulu allir borgarar javntsetast. Tað merkir, at so skal siglingin við Strandferðsluni eisini vera ókeypis.

Á myndini eru borgarstjórarnir í Suðuroy. Frá vinstru eru teir Kristin Michelsen á Tvøroyri, Mikkjal Sørensen í Porkeri, Kirstin Strøm Bech í Vági, Hildur Vestergaard í Sumba, Delmar Tausen í Hovi, Eyðdis Ellendersen í Fámjin og Niels Olaf Eyvindsson, virkandi borgarstjóri í Hvalba.