Tað er framvegis spennandi í kappingini um at vinna tey bæði plássini, sum bera uppflyting til bestu fótbóltsdeildina við sær.
Men eftir 4-1 ímóti AB í gjár er VB/Sumba heilt væl fyri. Nú eru tað fýra stig frá fremsta plássinum hjá VB/Sumba og aftur til AB á triðja plássi.
07 Vestur vann stórsigur á EB/Streymi og er næstfremst ? eitt stig frammanfyri AB.
Í botninum er EB/Streymur framvegis einsamalt á aftasta plássi. KÍ vann eitt stig ímóti HB, og nú liggja KÍ og B68 lið um lið. B68 misti í síðstu løtu øll stigini í Runavík.
TB skuldi havt vitjað í Leirvík. Orsaka av trupulleikunum hjá Smyrli varð dysturin ikki spældur.
07 Vestur-EB/Streymur 5-1 (1-0)
1-0: Hans Arni Ellefsen
2-0: Jens Erik Rasmussen br
3-0: Jón Nielsen
4-0: Tór-Ingar Akselsen
5-0: Jovan Panic
5-1: Tony Kruse
Víkingur-TB útsettur
VB/Sumba-AB 4-1 (2-1)
1-0: Dan Djurhuus
2-0: Jón K. Poulsen
2-1: Tróndur Sigurðsson
3-1: Dan Djurhuus
4-1: Dan Djurhuus
NSÍ-B68 3-2 (1-1)
0-1: Emil Olsen
1-1: Dejan Stoikovic
1-2: Súni Fríði Barbá
2-2: Kári Hansen
3-2: Klæmint A. Olsen
KÍ-HB 2-2 (0-1)
0-1: Svend F. Jacobsen
0-2: Rógvi Poulsen
1-2: Andrias Ellingsgaard
2-2: David Bertholdsen
Støðan
VB/Sumba 56
07 Vestur 53
AB 52
TB 42
Víkingur 27
NSÍ 23
HB 22
B68 og KÍ 18
EB/Streymur 13
TB, Víkingur, HB og KÍ hava spælt 22 dystir, og hini hava spælt 23 dystir
24. umfar mikudagin 24. september
AB-NSÍ
TB-VB/Sumba
07 Vestur-Víkingur
B68-HB
EB/Streymur-KÍ