Abraham Mikladal
Klaksvík
Suðuroyggin er ikki verri fyri, enn eitt nú Norðoyggjar eru. Um hugt verður eftir búskapartølum fyri Suðuroynna og Norðoyggjar, sæst, at hesi bæði økini eru meinlík.
56% av íbúgvunum í Norðoyggjum hava lønandi arbeiði, meðan 50% av íbúgvunum í Suðuroy hava lønandi arbeiði. Hinvegin fáa 80,6% av íbúgvunum í Norðoyggjum løn og/ella almannaveiting, og fyri Suðuroynna er talið 81,3%.
Hugburðskreppa
Verður hugt eftir miðalinntøkuni fyri hvønn lønmóttakara í Norðoyggjum sammett við tann í Suðuroynni, vísa tølini, at lønmótakarin í Suðuroy fær 3.061 krónur meiri í løn um árið enn lønmóttakarin í Norðoyggjum.
Tá aðrar veitingar (ALS, Almannastovan o.a.) eru tiknar við tjenar ein suðuroyingur 558 krónur minni enn norðoyingurin um árið.
Sostatt vísa tølini, at Suðuroyggin er einki verri fyri búskaparliga, enn Norðoyggjar eru, men heldur nógv verri fyri hugsjónar- og hugburðsliga.
Stórur óvjavni innanoyggja
Tølini vísa heilt greitt, at tað sum heild ikki er nevniverdur munur á Suðuroynni og Norðoyggjum, men um hugt verður eftir Suðuroynni fyri seg, gerst greitt, at stórur munur er á norðari parti í mun til sunnara part. Vágur er illa fyri, men skjótt á veg uppeftur.
Men tað er ikki Vágur, vit hoyra nakað til í fjølmiðlunum, men Tvøroyri, sum als ikki er so illa fyri sammett við onnur støð norðanfjørs.
Innanoyggja ósemjur hava forða og forða framvegis
Suðuroyggin hevur ikki megnað at staðið sum ein maður (oyggj). Um so var, at fólkið í oynni dróg eina línu og ikki nýtti sína orku til at finna syndabukkar norðanfjørs, so var støðan ein heilt onnur.
Ja, eg ivist ikki í, at ein oljuútgerðarhavn hevði ligið eina ella aðrastaðni í Suðuroy í dag (kanska ikki á Tvøroyri).
Heil og hálv almenn arbeiðspláss
Suðuroyggin er heldur ikki verri fyri enn Norðoyggjar, um hugt verður eftir almennum arbeiðsplássum, so sum sjúkrahúsi, skúlum og stovnum. Miðfyrisitingin er ikki farin betri ella verri við Suðuroynni enn Norðoyggjum.
Samstarv neyðugt
Skal framburður verða í Suðuroynni er neyðugt, at suðuroyingar samstarva og gevast at finna syndabukkar aðrastaðni, men manna seg upp og taka í egnan barm.
Skal eitt øki sum Suðuroy verða áhugavert og innbjóðandi fyri fólk, hugskot og kapital er neyðugt at samstarva, finna felags loysnir og at marknaðarføra økið sum eitt attraktivt og vælvirkandi stað. Norðoyingar vilja fegin rætta Suðuroynni eina hjálpandi hond.
Norðoyggjar Suðuroyggin
Fólkatal 5921 4959
Arbeiðsloysi 4% 6%
Vinnutal 56,6% 50,0%
Veitingartal 80,6% 81,3%
Tal av
Útgjaldingar lønmóttakarum Meðalinntøka Prosent
Norðoyggjar
Vinnulønir 507 mió. 3349 151.484 84,9%
Aðrar veitingar (ALS o.a.) 90 mió. 1423 63.219 15,1%
Samanlagt 597 mió. 4772 125.164
Suðuroy
Vinnulønir 384 mió. 2478 155.085 76,5%
Aðrar veitingar (ALS o.a.) 118 mió. 1552 75.942 23,5
Samanlagt 502 4030 124.606
Kelda: Hagstova Føroya