Suðuroyingar hækka eisini rentuna

Sum seinasti bankin tillagar Suðuroyar Sparikassi nú eisini sethúsarentuna, eftir at teir annars hava ligið lægri enn hinir peningastovnarnir 6. juni 2007 hækkaði Evropeiski Meginbankin (ECB) ta leiðandi rentuna við 0,25% stigum, og dagin eftir hækkaði danski Tjóðbankin diskontuna samsvarandi upp til 4,00%. Um sama mundið var CIBOR 3 mðr. rentan 4,373%. Grundað á fíggjarkreppuna á altjóða marknaðinum, er CIBOR 3 mðr. rentan í dag 4,600%, meðan diskontan er óbroytt 4,00%.

Tí er fíggingarkostnaðurin á altjóða marknaðinum hækkaður munandi seinasta hálva árið, og er hetta orsøkin til at Suðuroyar Sparikassi nú tillagar rentuna á bústaðarlánum altjóða rentustøðinum. Í dag er rentan á bústaðarlánum í Suðuroyar Sparikassa lægri enn á marknaðinum yvirhøvur, og við hesi rentutillagingini verður rentan á jøvnum føti við marknaðin annars.