Suðuroyingar á gosi

Nú er nóg mikið. Læknaviðurskiftini í Suðuroynni eru so út av lagi, at hetta hevur fingið borgarstjórarnar í oynni at krevja fund við landsstsýrismannin í heilsumálum.

Borgarstjórarnir í Suðuroynni viðgjørdu lækna- og sjúkrahúsviðurskiftini í oynni á fundi í vikuni. Á øðrum fundi, sum borgarstjórarnir skipaðu fyri í mai 2009 vóru landsstýris- og løgtingslimir úr oynni kunnaðir um støðuna. Sjúkrahúsleiðslan og læknarnir kunnaðu um støðuna og útlitini - vóru viðurskiftini ikki tikin í álvara og bøtt. Á hesum sama fundi løgdu sjúkrahúsleiðsla og læknar uppskot fram, sum vísti á eina brúkiliga loysn viðvíkjandi læknaviðurskiftunum.

Nú verður so sagt í almennum brævi, at av tí, at eingin loysn er fingin á viðurskiftunum – heldur eru tey versnað, eru borgarstjórarnir samdir um, at krevja ein fund við landsstýrismannin í heilsumálum Aksel Johannesen, tá hann kemur suður.

Borgarstjórarnir harmast um - og góðtaka ikki, at málið ikki er tikið í nóg stórum álvara, og at suðuroyingar skulu liva undir tílíkum ótolandi ótryggum viðurskiftum.

Sosialurin hevur fylgt málinum í longri tíð, og eftir øllum at døma er støðan so mikið krittisk, at týðandi partar av heilsuskipanini í Suðuroy eru við at detta sundur. Her er veruliga talan um eitt neyðarróp frá bæði kommunulæknum, sjúkrahúsi og politikarum. Kommunulæknarnir eru ovbyrjaðir, tí teir eru noyddir at vera á vakt nærum alla tíðina, og á sjúkrahúsinum er mangul uppá læknar at taka sær av gerandisligum uppgávum og sum kunnu avlasta kommunulæknarnar. Hetta ger, at serlæknar í ov stóran mun verða bundnir av hesum og sleppa ikki at arbeiða við serlæknauppgávum. Suðuroyingar biðja um at fáa sett hjálparlæknar við sjúkrahúsið, sum so eisini kunnu taka sær av kommunulæknauppgávum. Hetta fer at kosta góðar 4 mill. kr. men landsstýrismaðurin hevur bara 600.000 kr. at hjálpa uppá støðuna við. Nú hótta kommunulæknar og serlæknar við at rýma. Og kemur tað hartil, so er henda fjarskotna oyggin veruliga amputerað á heilsuøkinum.

Landsstýrismaðurin er í eini torførari støðu. Eingir pengar eru sigur hann, men hann kann heldur ikki bara lata standa til, meðan kommunulæknar og sjúkrahúslæknar rýma av oynni. Og nú hann profelerar seg sum ein verji av Klaksvíkar Sjúkrahúsi kann hann ikki bara standa og hyggja at, meðan støðan vernar í Suðuroynni. Tað ber als ikki at samanbera tørvin á sjúkrahúsi í Norðoyggjum og í Suðuroy sigur leiðandi yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tú fær ikki kommunulæknar at støðast í oynni, um teir ikki hava eitt lokalt sjúkrahús at innleggja sjúklingar á. Í meginøkinum er øðrvísi, tí sjúklingar í Norðoyggjum kunnu koyra til Havnar innan ein tíma.

Landsstýrismaðurin er tvingaður til at niðurleggja dupultfunktiónirnar, sum eru á KS og LS. Hann má gera sær greitt, at hann er komin til sannleikans tíma, har hann er noyddur at velja. Føroyar hava ikki ráð til at reka og útbyggja trý sjúkrahús, og tí mugu dupultfunktiónirnar skerast burt. Suðuroyggin er í eini serstøðu og má tí eisini viðgerast hareftir.

Sosialurin