Suðuroyingar vilja hava trygd fyri einum góðum heilsuverkið. Tað gjørdu teir landsstýrismanninum í heilsumálum greitt í dag.
Aksel V. Johannesen hevur verið í Suðuroy í dag og havt fund við leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi og við læknar og borgarstjórar í Suðuroy um læknaligu støðuna í oynni.
Fundurin er eitt úrslit av nógvum rembingum seinastu tíðina, har læknar hava gjørt vart við at teir eru ov illa mannaðir í Suðuroy og at vandi tessvegna er fyri, at teir fara at rýma og at ongin annar fer at søkja starvi, sum lækni í Suðuroy.
Á fundinum skuldi Aksel V. Johannesen tosa um teir møguleikar, ið eru fyri at tryggja heilsuverkið í Suðuroy.
Tá ið Aksel V. Johannesen møtti á Sjúkrahúsinum, varð hann møttur av stórari mannfjøld í kravgongu, sum gjørdu honum greitt, at tey kravdu at støðið undir heilsuverkiðinum í oynni verður tryggjað.
Landsstýrismaðurin sissaði sinnið í mótmælisfólkunum við at vissa tey um, at ætlanin er avgjørt at varðveita Suðuroyar Sjúkrahús og somuleiðis er ætlanin at finna loysn fyri at tryggja kommunulæknaskipanina. Sí eisini myndafrásøgn her á Portalinum