Sunnudagin innsetti Bjarni Bæk, dómpróvstur, 56 ára gomlu Elsu Funding sum nýggjan kirjubóksførandi sóknarprest í Suðuroyar Sunnara Prestagjaldi, ið fevnir um kirkjurnar í Hovi, Porkeri, Vági, á Leiti og í Sumba. Prestagjaldið hevur ligið í prestaloysi síðani Heri Jógvan Joensen tók við starvi í Suðurstreymoyar Vestara Prestagjaldi í desember í fjør.
Nógv fólk høvu leitað sær í kirkju í Vági til prestainnsetanina sunnudagin. Stóra kirkjan var um hálvsett, og millum gestirnar vóru tríggir teir seinastu prestarnir í prestagjaldinum. Hesir eru Martin Restorf Jacobsen, ið var prestur í Vági í sjeytiárunum meðan Elsa Funding var prestur í Hvalba, Bjarni Bæk, ið var prestur í Vági í áttatiárunum, og Heri Joensen, ið var prestur í Vági frá 1989 til á jólum í før.
Sum at koma heim
Eftir prædiku sína segði Elsa Funding, at tað at vera komin til aftur til Suðuroyar kendist sum at vera komin heim, og hetta merkti nýggji presturin í Vági eisini eftir guðstænastuna.
? Eftir innsetanina og guðstænastuna fekk eg høvi at heilsa uppá kirjufólkið úti í forkirkjui. Tey fingu meg veruliga at kenna meg vælkomnan. Tey vóru so blíð, og tað merktist, at tey vóru glað fyri aftur at hava fingið ein prest í bygdina, sigur Elsa Funding og takkar kirkjukórinum Ljómi fyri at seta sín dám á guðstænastuna við føgrum songi.
Fyri at bjóða nýggja prestinum vælkomnum, buðu kirkjuráðini í prestagjaldinum til samkomu á Bakkanum. ? Hetta var ógvuliga hugnaligt, og eisini her vóru fólk ógvuliga blið og fyrikomandi, sigur Elsa Funding og lovar, at hon ætlar at røkja prestagerningin eftir sínum besta førimuni.