Suðuroyingar á ferð ígjøgnum søguna
Hetta vikuskiftið verður mentanarvikuskifti í Suðuroy, har øll søvn í oynni eru opin
Mentanarvikuskiftið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið verður eitt gylt høvi at kunna seg við søgu og mentan í Suðuroynni.
Ferðavinnan í Suðuroy skipar fyri mentanarvikuskiftið, har øll søvn í oynni eru opin, eins og kirkjur og aðrir stovnar.
Søvnini í verða opin leygardagin og sunnudagin kl. 15 ? 18 og í Porkeris- og Fámjins kirkju, verður opið sunnudagin frá klokkan 15 - 18.
Á hvørjum staði eru heilmildarfólk og greiða frá meðan opið er.
Og søvnini í Suðuroy eru helst fleiri í tali enn fólk geva sær far um.
Í Vági er Ruth Smith savnið í Gamla Skúla. Ruth Smith, er ein av okkara gitnastu listamálarum og er serliga kend fyri sínar frálíku sjálvsmyndir. Á Ruth Smith savninum eru 27 myndir harav nógvar eru málaðar úr heiminum hjá henni á Nesi. Ruth druknaði á Vágsfirði á várið í 1958. Í einum minningarorðum eftir Ruth stendur at lesa, at listin varð meiri neyðug fyri hana enn matur og drekka. Tað kostar 30 krónur at koma inn á savnið
Í Vági er eisini Bygdarsavnið í Gamla skúla Á savninum eru lutir úr Vági sum eru latnir savninum, eitt nú handverkaraamboð, umframt ymiskt frá gerandisdegnum í einum vanligum húsum. Lutirnir eru nógvir so tað er vert eina vitjan. Kostnaður fyri at vitja savnið er 20 krónur fyri hvønn.
Og á Seglloftinum í Stóra pakkhúsið er eisini eitt sjósavn. Framsýningini, sum nú er á sjósavninum, er um fiskivinnu á sjógvi og landi í Vági frá mitt í 1800 talinum og fram til seinra heimsbardaga. Eisini ber til at síggja ein film frá 1927 og hoyra øðrvísi ljóðmynd, sum helst ikki finst á øðrum søvnum í landinum. Tað kostar 20 krónur at síggja sjósvanið.
Á Tvøroyri er eisini eitt sjó- og bygdarsavn, sum er í gomlu doktarahúsinum. Í savninum eru ymsir lutir, so sum handverkaraútgerð, skrivimaskina, ymiskt frá "gamla Smyrli" (1931) osfr. Kostnaðurin er 10 krónur fyri hvønn.
Eisini í Sandvík er eitt savn. Sandvík er ein av fáu bygdunum í Føroyum, sum hevur eini vælhildin aldargomul hús varveitt í bygdini og har tað ber til at síggja, hvussu forfedrarnir húsaðust. Húsini Uttan Ánna, stóðu liðugt bygd í 1866. Tað kostar 20 krónur at koma inn á savnið í Sandvík.
Í bóndahúsunum í Sandvík ber eisini til at keypa sær ein drekkamunn við onkrum heimabakaðum afturvið.
Í Hvalba ber eisini til at sleppa at síggja kolanámið í Hvalba.Hetta er einasta kolanámið í landinum, sum enn er virkið. Arbeiðshátturin er tann sami sum fyrr í tíðini, við hakkara og spaka. Kostnaður kr. 50,- fyri hvønn.
Umframt søvnini, ber eisini til at síggja kirkjuna í Porkeri.
Í tíðarskeiðinum 1829 - 1847 vóru 10 kirkjur bygdar ymsastaðni í Føroyum. Hesar líkjast allar rættiliga nógv, og tær hava allar felagsheitið "gomlu trækirkjurnar". Porkeris kirkja er ein av hesum trækirkjunum. Hon er bygd í 1847, og er einasta av sínum slag í Suðuroy. Heimildarfólk greiðir frá um søguna hjá kirkjuni og hvønn týdning hon hevur havt í gerandislívinum og her kostar onki at sleppa inn.
Somuleiðis ber til at síggja kirkjuna í Fámjin. Hon varð bygd í 1876 og í kirkjuni er eisini fyrsta, føroyska flaggið, sum ein ungur studentur úr Fámjin teknaði í 1919. Í forkirkjuni er eisini forvitnisligur rúnarsetinur.
Og tey, sum hava hug til nýggja list, kunnu fara í Gallarí Oynna á Tvøroyri, har danska listakvinnan,
Rita Mortensen, hevur framsýning.Tað kostar 20 krónur at fara á listaframsýning.
Til gongu leygardagin
Leygasrdagin verður skipað fyri gongutúri úr Sumba til Vikarbyrgi. Gingið verður eftir gomlu varðagøtuni. Bussur koyrir av kunningarstovuni á Tvøroyri klokkan 10 og úr Vági klokkan 10.30.
Tilmelding er 37 43 42 ella 37 24 80 í seinasta lagi fríggjadagin klokkan 16. Túrurin kostar 100 krónur, men børn kunnu koma við fyri onki.