Suðuroyingar fara at fáa eitt stykki av kakuni

Tær fáa tann partin av arbeiðnum, tær eru førar fyri at gera, sigur Landsstýrið

Nú er nøkunlunda greitt, hvar tunnilin til Fámjins skal vera. Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í Løgtingnum í dag. Løgtingið hevur samtykt at fara undir at gera tunlarnar Norður um Fjall og í hesum sambandi spurdi Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, hvussu gongur við tunlinum til Fámjins.

Á fíggjarlógini fyri í ár hevur Løgtingið sett 25 milliónir av til at fara undir tunnil til Fámjins og í hesum sambandi eru nakrar jarøfrøðiligar kanningar gjørdar.

Landsstýrismaðurin sigur, at kanningarnar hava víst, at nakrir jarfrøðiligir trupulleikar eru, men at tey nú hava fingið eina rættiliga góða hylling á, hvar tunnilin skal vera. Og gongst sum ætlað, kann verða farið undir arbeiðið eina ferð í summar.

Í sambandi við tunlarnar Norður um Fjall varð støða tikin til at bjóða arbeiðið at gera vegir til og frá tunlinum, og aðrar fyrireikingar, út fyri seg. Tað er fyri at fáa. tað at ganga eitt sindur skjótari, tí so skal sjálv boringin ikki bíða eftir tí.

Og Jørgen Niclasen, at tey fara helst at brúka somu mannagongd í sambandi við tunnilin til Fámjins. Sostatt er ætlanin at bjóða vegir og aðrar fyrireikingar út fyri seg, áðrenn tað er klárt at bjóða sjálvan tunnilin út, og tað verður áðrenn sjálvur tunnilin verður boðin út. Landsstýrismaðurin sigur, at sostat eru útlit fyri, at eisini fyritøkur í Suðuroy fara at fáa ein part av verkætlanini, tí tað er neyvan væntandi, at fyritøkur í Suðuroy fáa arbeiðið at bora sjálvan tunnilin.