Suðuroyingar fáa ikki Norrønu aftur nú

Suðuroyingar missa Smyril í tríggjar vikur, og leitað verður nú eftir avloysaraskipið

Fyrst í næsta ári skal Strandfaraskipið, Smyril, í dokk til eftirlit, sum Skipasýnið krevur.

 

Men enn er ikki greitt, hvat fyri Skip Strandferðslan fær at loysa hann av við í siglingini ímillum Suðuroy og Havnina.

 

Tær seinastu ferðirnar, Smyril hevur verið í dokk, hevur flaggskipið í okkara skipaflota, Norrøna, verið avloysaraskip, men Hilmar Eliasen, stjóri, sigur, at tað er greitt, at Norrøna verður ikki avloysaraskip aftur hesa ferð.

 

- Smyril Line hevur boðað frá, at Norrøna hevur so nógv at sigla við, at tað letur seg ikki gera at leiga hana til suðuroyarsiglingina aftur hesa ferð, sigur hann.

 

Sostatt er strandferðslan nú farin at leita eftir einum øðrum, hóskandi avloysaraskipi. Hilmar Eliasen sigur, at tey hava gott eyga á eini ferju, men av tí, at onki er avgjørt, vil hann ikki siga, hvat fyri ferju, talan er um.

 

Men hann sigur, at talan er um eina ferju, sum er bygt síðst í sjeytiárunum, og sum líkist gomlu Norrønu, og sum hevur stabilisatorar, og aðrar hentleikar, sum krevjast av einum nýtímans ferðafólkaskipið.

 

Enn eru partarnir ikki heilt samdir um prísin fyri leigumálið, men Hilmar Eliasen hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast.

 

Hann sigur, at úrvalið av skipum, sum eru til taks til eitt so stutt leigumál, sum tríggjar vikur, er ógvuliga avmarkað, so hann vónar, at samráðingarnar um hetta skipið bera á mál, tí tað er ein stór avbjóðing at finna eitt hóskandi avloysaraskip.

 

Talan er um eitt skip, sum er næstan 150 metrar langt, og sostatt fær tað brúkt ferjuleguna á Krambatanga. Tískil verður tað av ongum, at siglt verður av Vági hesa ferð, soleiðis sum Norrøna hevur gjørt, tá ið hon hevur loyst Smyril av.

 

Smyril skal í dokk í tríggjar vikur. Tað er óvist, nær hann fer í dokk, tað einasta, sum er greitt, er, at hann skal í øllum førum verða settur aftur í suðuroyarsiglingina á páskum, mitt í apríl.

 

Tað er heldur ikki greitt, hvar hann skal í dokk, men tað verður onkustaðni í Danmark, sigur stjórin á Strandferðsluni. Hann sigur, at dokkingin er boðin út, og samráðst verður við skiðasmiðjur um prís.

 

Tað kostar góðar 22 milliónir at fáa Smyril í dokk og av teimum eru 8,5 milliónir settar av til avloysaraskipið.

 

Harafturat skal Strandferðslan brúka 2,5 milliónir til eyka oljunýtsla fyri leiguskipið og annað, men tað verður fíggjað av vanliga rakstrinum.